Í kvøld verða átta dystir í triðja umfari í bólkaspælinum í Champions League. Í gjár bleiv nýtt met sett, tá heili 40 mál komu í teimum átta dystunum, sum blivu spældir. Stóri dysturin í kvøld er á Anfield í Liverpool.
Bólkur A:
Tað er púra javnt í bólki A. Øll liðini hava trý stig eftir tvey tey fyrstu umførini. Atletico Madrid er stórfavorittur at vinna á Malmø í Madrid, meðan italsku meistararnir úr Torino, Juventus, hava torførari uppgávua á útivølli í Grikkalandi móti Olympiakos. Atletico Madrid og Juventus eru framvegis favorittar at koma víðari.
Støðan:
1. Juventus 3
2. Atletico Madrid 3
3. Malmø 3
4. Olympiakos 3
Atletico Madrid – Malmø (19:45)
Olympiakos – Juventus (19:45)
Bólkur B:
Her er stóri dysturin á Anfield í Liverpool, har Real Madrid er á vitjan. Talan er um tvey søgurík feløg í kappingini. Liverpool hevur vunnið Champions League fimm ferðir, meðan Real Madrid við sigrinum í summar vann kappingina fyri tíggjundu ferð.
Liverpool er einasta felagið í Evropa, sum hevur vunnið allar uppgerðirnar móti Real Madrid. Mett verður tó, at hetta lættliga kann broytast í kvøld. Real Madrid við Cristiano Ronaldo á odda er stórfavorittur at vinna á Liverpool, sum hevur fingið eina misjavna byrjan upp á kappingarárið.
Saknurin er Luis Suarez er til at fáa eyga á, og tað gongur illa at fáa skjóta álopsspælið at rigga. Real Madrid er uttan Gareth Bale, meðan Cristiano Ronaldo aldrin hevur skorað á Anfield. Real Madrid skal um vikuskiftið spæla móti Luis Suarez og FC Barcelona. So er spurningurin um tað spælir nakað inn til dystin í kvøld?
Støðan:
1. Real Madrid 6
2. Liverpool 3
3. FC Basel 3
4. Ludogorets 0
Liverpool – Real Madrid (19:45)
Ludogorets – Basel (19:45)
Bólkur C:
Hetta er seinasti møguleikin hjá Benfica, at gera seg galdandi. Teir hava einki stig, meðan hini hava fýra og trý. Teir eru á vitjan í Monaco, ið ikki hevur somu styrki sum í fjør. Bayer Leverkusen fær vitjan av Zenit.
Støðan:
1. Zenit 4
2. Monaco 4
3. Bayer Leverkusen 3
4. Benfica 0
Bayer Leverkusen – Zenit (19:45)
Monaco – Benfica (19:45)
Bólkur D:
Hóast Arsenal fekk ein umgang í fyrsta umfari, so tykist teir hava góðan møguleika at koma víðari, um teir vinna á Anderlecht í kvøld. Borussia Dortmund er í Turkalandi, har Galatasaray bíðar. Vinna Dortmund og Arsenal, so eru tey sera væl fyri í bólkinum.
Støðan:
1. Borussia Dortmund 6
2. Arsenal 3
3. Galatasaray 1
4. Anderlecht 1
Anderlecht – Arsenal (19:45)
Galatasaray – Borussia Dortmund (19:45)