Real Madrid vann í kvøld spanska meistaraheitið við at vinna 3-0 á Athletic Bilbao. Gonzalo Higuaín, Mesut Ozil og Cristiano Ronaldo skoraðu málini. Barcelona greiddi sína skyldu á Nou Camp og vann 4-1 á Malaga. Lionel Messi skoraði hattrick.
Tað sá út sum ein torfør uppgáva hjá José Mourinho og hansara monnum, tá teir í kvøld vitjaðu í Bilbao. Men aftaná tjúgu minuttir var greitt, at hetta var dagurin har spanska meistaraheitið flutti úr Barcelona til Madrid eftir trý ár.
Fyrst legði Gonzalo Higuaín Real Madrid á odda við neyum og hørðum skoti uttanfyri brotsteigin. Fimm minuttir seinni sendi Cristiano Ronaldo eina neyva avlevering til Mesut Ozil, sum lættliga kundi leggja gestirnar á odda 2-0.
Í seinna hálvleiki økti Cristiano Ronaldo við stútara eftir horna. Hann brendi eisini eitt brotsspark í fyrra hálvleiki. José Mourinho hevur nú vunnið meistaraheitið sum venjari í Portugal, Onglandi, Italia og Spania.
Barcelona, sum spældi áðrenn dystin í Bilbao, vann 4-1 á Malaga. Carles Puyol legði Barcelona á odda aftaná eitt korter. Randon javnaði fyri gestirnar áðrenn Lion Messi skoraði hattrick. Tvey av teimum komu upp á brotsspark.