Real Madrid styrkir verjuna

La Liga: Champions League vinnararnir hava styrkt seg í vejruni

Mynd: (realmadrid.com)

Real Madrid kunngjørdi í gjár, at felagið hevur gjørt sáttmála við týska verjuspælaran, Antonio Rüdiger. Hann hevur spælt við Chelsea seinnu árini, men lat sáttmálan ganga út í summar.

 

Hann hevur verið settur í samband við fleiri feløg kring Evropa, men sambært høvðuspersóninum sjálvum, so var ongantíð nakar ivi um, at hann skuldi til Real Madrid.

 

- Tað er rætt, at tað var áhugi frá FC Barcelona, men eg segði við umboðsmannin, at tað var Real Madrid ella einki, fortaldi Antonio Rüdiger á tíðindafundinum, tá hann bleiv kunngjørdur í hvítu troyggjuni.

 

29 ára gamli miðverjin er annar spælarin, sum verður kunngjørdur á Santiago Bernabeu í summar. Eftir sigurin í Champions League finaluni keypti Real Madrid franska miðvallaran Aurelien Tchouameni úr Monako.

 

Antonio Rüdiger spældi við Chelsea í fimm ár, har hann vann FA Cup, Champions League, Europa League, UEFA Super Cup og FIFA Club World Cup.

 

Mynd: (realmadrid.com)