Real Madrid fekk ikki so frægt sum eitt stig burtur úr heimadystinum í dag, hóast tað var botnliðið Zaragoza, sum var á vitjan. Ikki færri enn fimm mál komu í dystinum, men tá dómarin bríkslaði dystin av, hevði Zaragoza vunnið 3-2.
Til dagsins dyst hevði Real-venjarin, Jose Mourinho, gjørt av at geva Christiano Ronaldo frí, og so er spurningurin, um tað var ein skilagóð avgerð.
Við tapinum í dag hevur Real Madrid í veruleikianum tapt kappingina við FC Barcelona um spanska meistaraheitið í ár. Hjá Zaragoza var sigurin sera týdningarmikil í stríðnum fyri at sleppa undan niðurflyting.