Sidney Lee og luttakarar í Paradise Hotel sleppa ikki til Føroya í dag. Vitjanin hjá teimum úr Paradise Hotel er útsett til seinni. Sidney Lee bíðar eftir boðum um flúgvingina Um vikuskiftið skuldu dansistøð í Havn og Klaksvík hava vitjan av reality-stjørnum úr Danmark, men ólagið á flogferðsluni ger, at hesar vitjanir helst verða av ongum.
Í Deep skuldu luttakarar í Paradise Hotel vitjað, og á Rex og í Club 700 í Klaksvík skuldi Sidney Lee leggja leiðina fram. Sidney Lee skuldi eisini verða gestur í Hvonn Live sendingini, sum Rás2 skuldi hava leygarkvøldið.
Loftrúmið yvir Danmark er stongt fyribils og letur í fyrsta lagi upp í nátt.
Tí hevur Deep gjørt av, at vitjanin hjá Paradise Hotel luttakarunum bíðar til seinni.
Sidney Lee verður ikki í Rex í kvøld, í staðin hava tey karaoke har. Men kemur rættlag á flogferðsluna í morgin, kemur Sidney Lee til Føroya tá, og um hetta lukkast, vitjar hann í Rex og ikki í Klaksvík, sum ætlanin annars var.