Rebekka er danskur meistari

Rebekka Fuglø var í gjár fyrst á mál, tá ið tað var DM kapping í 1500 metra menning

Rebekka Fuglø úr Norðdepli vann í gjár danska meistaraheitið í 1500 metra renning.

Kappast varð í Odense, og tað kom púra óvart á, at føroyski rennarin streyk avstað við gullinum.

 

25 ára gamla Rebekka Fuglø úr Norðdepli rennur við Treystinum í Klaksvík. Tá ið hon luttekur í donskum kappingum og harvið eisini í gjár, tá ið hon kappaðist um DM á 1500 metrum, er tað neyðugt, at hon umboðar eitt danskt felag. Tí var hon meldað til kappingina sum luttakari hjá Vejle IF.

 

Rebekka rann 1500 metra teinin í tíðini 4:29.62, sum er nýtt føroyskt met.

Rebekka átti gamla metið. Tað setti hon á Oyggjaleikunum í Gotlandi í juni í fjør. Tá vann hon gull í tíðini 4.30.20.

 

Mynd: dansk-atletik.dk