Regin basti heimsins sterkasta

Føroya sterkasti maður, Regin Vágadal, vann tvídystin við heimsins sterkasta mann, Janne Virtannen, og so kundi Regin annað árið á rað krýnast sum Atlantsrisi

 

Regin Vágadal er framvegis Atlantsrisi.

Føroya sterkasti maður vardi á ólavsøku heitið sum Atlantic Giant í kappingini millum sterkar menn úr fleiri londum.

Heimsins sterkasti maður, Janne Virtanen úr Finlandi, var drúgvur í kappingini, men Regin Vágadal helt seg frammanfyri Janne, og harvið var heimsins sterkasti maður bastur á leiðni móti sigrinum.

Kappingin var annars merkt av skæðum, tí tríggir av teimum átta luttakarunum máttu fara úr kappingini.

Danin René Minkwitz, sum Regin hevur kappast saman við, tá talan hevur verið um liðkappingar, kom ongantíð í gongd, tí hann fekk ilt fyri hjartað og varð fráráddur at fara at lyfta.

Hugo Girard úr Kanada var við í fyrstu tveimum kappingunum, men noyddist síðani at gevast, tí hann kendi seg illa.

Mest álvarslig var tó støðan hjá litavanum Zydrunas Zaviskas, sum fekk álvarsligan løst í bæði knøini, meðan hann var í holt við eina av teimum sjey kappingunum.


Vát byrjan

Kappingin byrjaði í Vágsbotni leygarmorgunin. Veðrið var ikki til vildar, tí tað regnaði illa, tá teir sterku menninir royndu seg í »Log lift« og Dead lift«.

Fyrstu kappingina vunnu Zaviskas og Girard, sum báðir stóðu seg eins væl. Eftir tvær tær fyrstu kappingarnar var tað tó óhepni litavin, Zaviskas, sum var á odda, tí hann vann næstu kappingina.

Eftir hesar báðar kappingarnar stóð Regin Vágadag á jøvnum við Hugo Girard, meðan heimsins sterkasti, Janne Virtannen, hevði fingið ringa byrjan og lá á fimta plássi.

Seinni partur av kappingin var á ovara vølli í Gundadali leygarkvøldið, og tá royndist veðrið munandi betri, og tað var eingin trupulleiki at halda kappingina.

Regin Vágadal legði bragdliga fyri á ovara vølli, tí hann vann fyrstu kappingina, sum var at lyfta nakrar tungar steinar so skjótt sum gjørligt.

Við sigrinum í triðju kappingini tók Regin Vágadal fremsta plássið í kappingini. Oddafiskurin frammanundan, Zaviskas, endaði aftast í hesi kapping.


Regin onga vánaliga kapping

Undan fjórðu kapping vóru tað serliga Regin Vágadal og Zaviskas, sum gjørdu vart við seg, men tað var júst í hesi kapping, at Zaviskas fekk álvarsliga skaðan og mátti flytast á Landssjúkrahúsið, har hann varð skurðviðgjørdur.

Regin Vágadal vann hesa kappingina, sum kallast »Millwalk«, og tað var eftir hesa kappingina, at tvídysturin við heimsins sterkasta mann rættiliga byrjaði. Virtannen var nummar tvey, og hann elti Regin Vágadal restina av kappingini.

Tríggjar tær seinastu kappingarnar helt Regin Vágadal sær allatíðina millum teir fremstu, og tað gjørdi, at hann varð ikki tikin.

Regin vann tríggjar av teimum sjey kappingunum, men lykilin til at vinna slíka kapping samanlagt er at vera frammaliga í øllum kappingunum.

Tað var júst tað, sum var munurin millum Regin Vágadal og Janne Virtannen, sum fekk vánaliga byrjan í kappingini, og tí ikki kláraði at taka Vágadal.

Eftir sjeyndu kappingina, sum var ein tættur tvídystur millum Regin og Virtannen, kundi Føroya sterkasti krýnast sum Atlantsrisi annað árið á rað.