Regin Guttesen og T.O.S. í Mentanarhúsinum

Leygarkvøldið 12. september er forvitnislig og áhugaverd konsert í Mentanarhúsinum í Fuglafirði.

Regin Guttesen v/bólki og eysturoyarbólkurin, T.O.S framføra Tíðliga í summar gav Regin út fløguna, ?Fjakkari?. Fløgan hevur verið nógv spæld í loftmiðlunum, og sølan hevur eisini verið góð. Hóast Regin Guttesen hevur verið virkin í føroyska tónleikaheiminum í mong ár, er hann rárur gestur á pallinum. Hetta kemst fyrst og fremst av, at hann, konan Heidi, og sonur teirra, Nóa, eru búsitandi í Italia. Leygarkvøldið 12. september er tó eitt gylt høvi at hoyra Regin saman við góðum tónleikararum framføra løg av nýggju fløguni.

 

Tey, ið manna bólkin, eru: Gunnar Guttesen, Eyðun Johannesen, Linda Petersen og Regin sjálvur.

 

 

Bólkurin, T.O.S., hevur verið rættiliga virkin í summar - síðst í Nebo á Toftum, har teir spældu til ´funkfest´ saman við kanadiska bólkinum, Newworldson. Bólkurin er m.a. mannaður við Bárði á Lakjuni (Salt) og Eileri Hansen (Visible Fish). T.O.S. spælir tónleik, ið er eitt sindur torførur at seta í bás og kann kanska best lýsast sum eitt slag av fólkatónleiki, ið er ein vavstur av tónleikaligum íblástri úr øllum ættum. Bæði valsur og rokkur er við. Frá Santana til Jularbo, sum teir plaga at siga.

 

T.O.S., sum er ein stytting av ´tollarar og syndarar´, hevur spælt saman í hálvt annað ár og hevur luttikið á bæði innandura og uttandura tiltøkum. Teir, ið manna bólkin, eru: Eiler Hansen, Jan Nónklett, Jógvan S. Sevdal, John Eliasen og Bárður á Lakjuni.

 

Konsertin verður í Mentanahúsinum í Fuglafirði leygarkvøldið 12. september kl 20.