Regin Jespersen 60 ár

Í dag, mánadagin 21. november, verður Regin Thorleif Jespersen í Sørvági 60 ár

Hann hevur seinastu ellivu árini verið sýslumaður í Vága sýslu.

Regin er uppvaksin í Vági, men flutti seinni Eiðis. Foreldrini vóru: Ingrid og Sølvi Jespersen. Pápin arbeiddi á Loranstøðini, fyrst í Vági og síðan á Eiði.

Regin hevði lært til radiomekanikara í Runavík, áðrenn hann 15. oktober 1970, sum 24 ára gamalur, gjørdist politistanæmingur í Keypmannahavn.

Eftir lokna útbúgving varð hann settur í starv í Havnini, og har starvaðist hann, inntil hann 1. november í 1989 varð settur sum varaleiðari á politistøðini í Vágum. Fimm ár seinni - 1. november í 1994 - varð Regin settur sýslumaður í Vága sýslu. Hann loysti Marna av Kák av.

Frá 1. november í 1999 og í hálvt annað ár arbeiddi Regin við tilbúgvingarætlan fyri Føroyar. Hesa tíðina hevði hann farloyvi frá sýslumansstarvinum.

Síðani stutt undan seinasta ársskifti hevur Regin, umframt at røkja sýslumansstarvið í Vágum, eisini havt ábyrgdina av Streymoyar sýslu, sum heldur til í Vestmanna.

Regin hevur nógv og fjølbroytt áhugamál. Í Vágum leggja nógvar grindir beinini, og Regin gongur høgt upp í uppgávuna sum sýslumaður at hava høvuðsábyrgdina. Grindamannafelagið hevur fleiri ferðir havt Regin sum fyrilestrarhaldara í tí sambandinum.

Regin er giftur Anniku, f. Petersen, úr Klaksvík. Tey eiga tveir synir: Fríðálvur, sum býr í Havn, og Sølvi, sum býr í Sørvági. Regin eigur ein abbason, sum eitur eftir abbanum, Regin Jespersen.