Formula.fo og Regin Vágadal hava gjørt nýggja høvuðsstuðulsavtalu. Regin Vágadal og Óli Hansen, stjóri á Formula.fo, skrivaðu týsdagin undir avtaluna, sum ber í sær, at Formula.fo verður høvuðsstuðul hjá Regini Vágadal hetta fram til 1. mai komandi. Møguleiki er tó fyri at leingja avtaluna, um partarnir verða samdir um tað. Formula.fo hevur forrætt til at samráðast um nýggja høvuðsavtalu.
Partarnir eru ikki sinnaðir at nevna nøkur tøl í sambandi við ta nýggju høvuðsstuðulsavtaluna.
Nýggja avtalan hevur við sær, at Regin Vágadal fer at kappast við búmerkinum hjá Formula.fo á búnanum. Eisini á venjingarbúnunum fer at standa Formula,fo.
Og tað kann føra Formula.fo rímiliga víða, tí Regin er kendur úti í heimi millum aðrar ítróttarmenn í heimsflokki. Saman við fótbóltslandsliðnum er Regin okkara kendasti ítróttarmaður úti í heimi. Til dømis kan nevnast, at bara við Atlantic Giant var Regin Vágadal í 1998 heilar 15 ferðir í Eurosport, meðan hann gavst at telja, tá hann var komin til níggju ferðir í fjør.
Í ár er Regin í ferð við at venja til serliga tvær stórar kappingar. Í juni mánaða skal hann til Hollands at kappast um at gerast sterkasti maður í Europa, og í august er heimsmeistarakappingin í Sun City í Suðurafrika. Regin Vágadal hevur fyrr nevnt, at hann ætlar at verða heimsin sterkasti maður í ár. Nú er møguleikin, og hann sigur, at hann kennir seg betri fyri, enn tá hann gjørdist nummar tvey í Atlantic Giant kappingini.
Um ta kappingina sigur Regin, at tað verður framvegis arbeitt við at fáa hana aftur í ár. Men Sjónvarp Føroya fer ikki at keypa nøkur rættindi til hana. Tó hevur SvF játtað at taka hana upp.
Hendan nýggja avtalan, sum nú er gjørd, gevur eisini Formula.fo møguleika til at nýta Regin Vágadl í lýsingarhøpi. Formula.fo umboðar millum annað samtakið Fujitsu Siemens, sum teir nevna nýggja KT-risan. Og júst hetta hevur givið íblástur til at gera avtalu við Regin Vágadal, sum jú eisini er ein risi á mangan hátt. Aðrir stuðlar hjá Regini eru Føroya Fiskasøla, Atlantsflog og Mjólkarvirki Búnaðarmanna.
Annars hevur Regin Vágadal gjørt sær nýggja heimasíðu, sum verður klár fyrsta dagin. Hon hevur bara bíðað eftir, at allar stuðulsavtalurnar eru komnar upp á pláss. Adressan verður:
regin-vagadal.com