Regin nýggjur røntgenlækni á Landssjúkrahúsinum

Regin Lamhauge er radiologur og er nú byrjaður á Landssjúkrahúsinum

Regin Lamhauge tók í september við føstum starvi sum serlækni í radiologi á Røntgendeildini á Landssjúkrahúsinum.

 

Regin er 45 ára gamal, útbúgvin lækni frá Aarhus Universiteti í 2009, og fekk prógv sum serlækni í radiologi í Noregi 2019. Til hann byrjaði í starvinum á Landssjúkrahúsinum hevur Regin Lamhauge verið fastansettur yvirlækni á Sykehuset Telemark Skien.

 

Regin er kendur á Landssjúkrahúsinum. Hann hevur verið á Landssjúkrahúsinum bæði í sambandi við útbúgvingina og seinni árini hevur hann av og á hevur arbeitt sum vikarur á Røntgendeildini.

 

Regin er fjórði radiologurin, sum er settur í fast starv á Landssjúkrahúsinum síðan 2018.

 

– Vit ynskja Regini hjartaliga vælkomnum, skriva tey úr Landssjúkrahúsinum á Facebook.

 

 

 

 

 

22