Regin og Sámal bastu heimsins sterkastu

Regin Vágadal og Sámal Jóhannes Hansen megnaðu at basa finska parinum, sum fyrr hevur vunnið heimsmeistaraheitið, í styrkikapping í ítróttarhøllini á Hálsi hóskvøldið. Teir høvdu viljan at vinna og góvu eisini alt, teir áttu

 

Styrkikapping


Samstundis sum kvinnurnar kappaðust um at gerast Miss Galaxy, kempaðu aðrar kempur ein annan dyst á pallinum.

Tað hevði eydnast fyrireikarunum at fáa heimsins sterkasta par til Føroyar at kappast ímóti tveimum av Føroya sterkastu monnum.

Finnarnir Janne Virtanen og Janni Polonen vóru mótstøðumenn hjá teimum.

Kappast var í fimm ymiskum kappingum, og Regin og Sámal vunnu 3-2 samanlagt.

Spennandi kapping

Tað var greitt frá byrjan av, at føroyska parið vildi vísa sínum heimaáskoðarunum, at teir veruliga vildu vinna.

Fyrsta kappingin var at lyfta 30 sekkir, sum vigaðu 40 kilo, uppá ein kassa. Regin og Sámal skiftust um at lyfta.

Hetta var ein sera spennandi og tøtt kapping. Føroyska parið var bara nøkur fá sekund fyrr at fáa seinasta sekkin beindan burtur og vann sostatt fyrstu kappingina.

Næsta kappingina var at halda einum sjónvarpi á 50 kilo uppi so leingi sum gjørligt. Hesa kappingina vunnu finnarnir sannførandi, tá føroyingarnir góvust nakað skjótt.

Tvær tær næstu kappingarnar vunnu føroyingarnir. Tað var at koppa dekk og at lyfta 90 kilo uppum høvd. So var kappingin avgjørd.

Ovurfegnir

Tað var ein sera fegin Sámal Jóhannes Hansen, sum Sosialurin fekk fatur á eftir kappingina. Sum heild vóru teir báðir føroyingarnir meira enn væl nøgdir við endaliga úrslitið.

? Hetta hevði eg als ikki væntað. Tá ein hevur í huga, at hetta er millum heimsins sterkastu menn, so er hetta eitt gott avrik frá okkum, sigur Sámal Jóhannes Hansen.

? Fyrst luttók eg bara fyri at gera mítt besta, og eg hevði verið nøgdur, um vit bara vunnu eina kapping. Vit sóu so, at vit høvdu ein møguleika eftir fyrstu kappingina, og eg eri ógvuliga bilsin av at vinna. Eg eri bara himmalskt glaður, sigur Sámal.

Sámal hevur vant nakað meira til hesa kappingina, og serliga vandi hann konditión. Av hesum misti hann tíggju kilo og fór aftur frá 128 til 118 kilo. Tá er vandi fyri, at hetta ávirkar styrkina, men tað bilaði ikki, greiðir Sámal frá.

? Vit góvu alt, og tað gav úrslit, sigur Sámal Jóhannes Hansen at enda.