Tey, sum hava møguleika fyri at fylgja við í útlendskum sjónvarpsrásum, hava møguliga sæð Regin Vágadal tikið lut í styrkiskappingum fyri lið uttanlanda, har hann hevur verið á liði saman við onkrum útlendingi. Tíðliga í heyst er møguleiki fyri, at vit fara at síggja eitt reint føroyskt lið taka lut, tá ið HM fyri lið verður í Kina í september. Regin Vágadal sigur, at Sámal Johannes Hansen, sum Regin metir sum sín einasta veruliga kappingarneyta í Føroyum, er við at koma fyri seg, eftir at hava fingið eina skurðviðgerð fyri diskosprolaps, og teir hava tosað um at fara til Kina.
Hevur hótt Regin áður
Sámal hevur áður roynt seg í kappingini um at gerast Føroya Sterkasti, og tá ið kappingin var á fyrsta sinni, var einans eitt hálvt stig á muni millum Regin og Sámal. Tá kappingin var í 1997, vóru teir eisini rættuliga javnir, inntil Sámal fekk ein snudd í beinið, sum gjørdi, at hann noyddist at gevast í kappingini.
At Sámal og Regin kunnu gera seg galdandi í Kina, er helst lítið at ivast í, serliga um Sámal av álvara kemur fyri seg til kappingina. Regin Vágadal sigur, at Sámal hevur rættu støddina til at gera seg galdandi, og tá ið vit so vita, hvat Regin er góður fyri, so er einki at ivast í, at tað kann gerast sera spennandi at fylgja við teimum báðum føroysku risunum, um teir fara til Kina í september.
Skal bæði eystur og vestur
Regin Vágadal fer at ferðast víða um í Europa í summar. Fyrst í juli mánaða fer Regin til Finlands, har hann saman við normanninum Svend Karlsen, ið var ein av luttakarunum í The Atlantic Giant 98, skal taka lut í EM kappingini fyri lið.
Eftir hetta gongur leiðin hjá Regini til Budapest í Ungarn, áðrenn leiðin aftur gongur longur vestur eftir til ávíkavist Holland og Ísland.
Áðrenn Regin skal í gongd við allar hesar kappingarnar, er tað tó ein onnur og ikki minni týðandi kapping, sum Regin skal taka lut í, og tað er kappingin The Atlantic Giant 1999, sum fer fram her í Føroyum í døgunum 15. og 16 mei. Tann kappingin er uttan iva tann, sum flestu føroyingar síggja fram til við spenningi.