Reginu Sóloy til minnis

19. mars 1913 – 8. mars 2011

Nú komi eg sum ketta úr høvdatrog, men tað verður harvið. Alt síðani hon brádliga og stillisliga fyri síðstu ferð legði eyguni saman á Norðoya Røktarheimi 8. mars 2011, var ætlanin at skriva minningarorð um hana. Tað sum fyrst kemur í drag kemur seinni í lag, plagar at verða tikið til, og soleiðis er tað í hesum førinum.
At hesi orð verða fest á blað í dag kemst av, at tað í dag eru hundrað ár síðani, at Regina Sóloy í Svínoy varð fødd. Saman við foreldrunum var eg fyri fmtan árum síðani í 85 ára føðingardegi hjá henni norðuri á Eiði, har yngsti sonurin býr. Fyri tíggju árum síðani heitti hon á meg um at standa fyri 90 ára føðingardegnum, sum varð hildin á Sjómansheiminum í Klaksvík. Tað var ein stak hugnalig løta, og tá ið vit skiltust, helt eg fyri við hana, at hon skuldi bara ringja aftur um fimm ár. Tað gjørdi hon, og 95 ára føðingardagurin varð hildin í kjallaranum á Sjómansheiminum, har svínoyingar og onnur, sum vóru komin á leiðina hjá Reginu, í stórum tali møttu at heiðra hesi merkiskvinnu og fegnast saman við henni.
Hóast byrurin ikki altíð hevði verið so blíður, so frøddist hon um lívið og takkaði so hjartaliga sínum kæru og fyrst og fremst sínum skapara og frelsara fyri alt tað, sum hon varð signað við. Tað var bæði lívssælt og minningarríkt at vera við til.
Tá ið vit skiltust hetta kvøldið, helt eg við hana, at hon skuldi bara ringja aftur um fimm ár, tá ið hundrað ára føðingardagurin fór at verða. Hon var við upp á tað, men helt samstundis fyri, at hon fór at taka ein dag í senn.
Týskvøldið 8. mars 2011 legði hon seg á seingina á Røktarheiminum í Klaksvík, har hon búði tey síðstu árini. Í oyrasniglinum lurtaði hon eftir sendingini Á Torginum á Rás2. Tá ið tey seinni á kvøldinum komu inn at biðja henni góða nátt, var hon flutt í annað ljós. Harvið verður eingin 100 ára føðingardagur í dag, men eg nýti hervið høvið at minnast aftur á hesa merkiskvinnu.
Regina var so lívsglað og fús. Takksemið fyri lívið og allar Guds gávur eyðkendu hana. Uttan á nakran hátt at seta seg sjálva í miðdepulin, dugdi hon so væl at skapa vælveru og trivna kring seg. Soleiðis var hon altíð. Eisini tá ið hon var vorðin elligomul. Tað hoyrdu vit tann dagin, hon helt 95 ára føðingardagin. Starvsfólk á Røktarheiminum og onnur, sum vóru komin á hennara leið í Klaksvík, góvu henni skoðsmálið, hvussu positiv, uppmuntrandi og kveikjandi hon var. Ongantíð fjaldi hon yvir, at keldan til gleðina og hvíldina var æviga fyrijáttanin, sum er at finna í Orði Guds.
Hon tók so ofta til, at hon mintist so væl 19. mars 1949. Tann dagin fylti hon 36 ár, og tað heilt merkisverda við hesum degnum var, at hetta var dagurin, tá ið Bíblian kom út á føroyskum. Hon virðismetti høgt, at hon kundi lesa skriftirnar á móðirmálinum.
Heimið hjá Reginu var á Fløtti í Svínoy, og har búði hon alla sína tíð. Foreldrini vóru Anna og Fríðrikur Frederiksen. Mamman var av Norðtoftum, og pápin var av Fløtti í Svínoy. Tí varð hann nevndur Fríðrikur á Fløtti.
Edvard í Svínoy skrivar so vakurt í endurminningum sínum um, hvussu hann sum tíggju ára gamal minnist, tá ið tey bæði, Anna og Fríðrikur á Fløtti, komu út í barnaheim hansara úti í Váli at vitja á heysti í 1913, eftir at tey 19. mars hetta sama várið ella í dag fyri hundrað árum síðani vóru vorðin foreldur:
“Væl dugdi eg at síggja, hvussu stór frøi teirra var yvir fyrsta barn teirra, sum bleiv tað einasta. ..Fríðrikur og Anna høvdu verið gift í sjey ár, tá ið tey gjørdust foreldur”.
Søgan hjá føroyingum og norðoyingum og ikki minst svínoyingum telur mong sorgarbløð um skip og bátar, ið ikki vunnu upp aftur land. Kvinnur sótu einkir og smábørn gjørdust faðirloysingar. Soleiðis var tað hjá Annu og Reginu, sum mistu mann og pápa 13. desember 1913 ella bara níggju mánaðir eftir, at Regina var fødd.
Edvard sigur í sínum endurminningum, at seksmannafarið Havgásin hevði verið á útróðri norðan fyri Høvdan, og at teir fórust í fjarðarbroddinum í einum stak ringum æli í íðuni á Lundaskor. Fýra ungar kvinnur sótu eftir syndarliga skaðadagin einkjur í Svínoy, og níggju smábørn gjørdust henda dagin faðirleys. Fyri bygdina var hetta serliga dyggur smeitur, tí undan jólum í 1912 fórust fimm ungir menn í Svínoy á útróðri.
Edvard lýsir soleiðis Reginu og mammu hennara: “Tann kærleika, Anna tá kastaði yvir dóttur sína, dugir eingin at skilja. Undir slíkum umstøðum kann einki menniskja troysta, men bert Gud, sum hevur talað og sagt: Eg eri Faðir teirra faðirleysu og verji einkjunnar! Tað var hetta, Anna leit seg á og hvíldi í tey 50 árini, hon livdi eftir hetta – í fastari trúgv á Harra og Frelsara sín.
Tær vóru báðar raskar, og tær dugdu væl alt handarbeiði, og soleiðis lívbjargaðu tær sær, inntil Regina giftist og tað harvið kom nýggjur forsyrgjari í húsið.”
Regina giftist í 1934 við Hendriki Sóloy. Hann var ættaður Frammi úr Smið í Árnafirði. Hendrik doyði í 1981. Hann var útróðrarmaður og skipsmaður. Tey bæði giftust inn á Fløtti, og tey fingu fýra børn: Fróði, Ásmundur, Anna og Høgni, sum Gina hevur oyst tann kærleika og ta umsorgan yvir, ið hon hevði fingið frá mammu síni.
Fróði og Anna búgva í Klaksvík, og Høgni býr á Eiði. Ásmundur búði í Esbjerg og seinni í Keypmannahavn. Tað var ein dyggur smeitur fyri Ginu, tá ið hann doyði av herviligari sjúku fyri nítjan árum síðani. Ásmundur er grivin í Svínoy.
Regina var skyldkona okkara. Pápi hennara og langomma mín í Heimistovu, Anna Oliva, vóru systkin. Hon var gumma mammu mína, og tað var tætt og hjartaligt samband teirra millum. Tær báðar møðgurnar, Anna og Regina, búðu einsamallar, inntil Hendrik og Gina giftust í 1934. Mamma sigur, at hon minnist so gott aftur á løturnar, tá ið hon sum smágenta plagdi at vitja inn á Fløtti og á beinkinum í køkinum spældi við koppastellið, sum Regina hevði fingið sum smágenta og ivaleyst goymdi til dóttrina, sum hon vónaði fór at koma, og sum hon seinni fekk og kallaði upp eftir mammuni.
Inniliga sambandið helt alla tíðina. Regina vitjaði inni hjá okkum, tá ið hon var í Klaksvík, og vit vitjaðu inn á gólvið hjá henni á Fløtti. Hóast hon ikki hevði lært og lisið á skúlum og stovnum, so hoyrdist, at hon var gløgg og vitug. Lívsins skúli hevði lært hana og fyrst og fremst myndað hana til ta kvinnu, sum hon var. Hon var meistari í práti at siga frá tí, sum hon hevði upplivað og hoyrt í sínum langa lívi. Hon elskaði lívið. Sjálvandi stóðu hennara kæru henni næst, men tað var hugaligt at síggja, hvussu hon eisini fevndi Svínoy og allar svínoyingar og so mong onnur.
Eg eri fegin um, at eg lærdi Reginu Sóloy at kenna. Á hundrað ára føðingardegi hennara, heilsi eg øllum tykkum, sum stóðu henni nær, og vit fegnast um, at hon eftir eitt langt og hendingarríkt lív 8. mars 2011 – nakrar fáar dagar áðrenn 98 ára føðingardagin - flutti í teir ævigu bústaðir.
Ærað verið minnið um Reginu Sóloy á Fløtti í Svínoy!
-----
Toftir 19. mars 2013
Jóannes Hansen