Regn, róður og glaðar løtur

Norðoyastevnan setti ferð á FM-summarið

Tíðindaskriv, Róðrarsamband Føroya:

 

Tá summarstevnuvalsurin hevur rungað, og røddin á Súna Merkistein hoyrist runt um í stovunum, veit man at summarið er komið, og at enn eitt kappróðrarár longu tá er skotið í gongd. Startdómarin bjóðaði barnaróðinum vælkomnum á stevnu kl.13.30.

 

Fyrsta FM-stevnan í 2025 er nú farin afturum – og hóast tað, sum veðurforsøgnin lovaði, í tí stóra og heila passaði, við regni og nakað av vindi, vísti norðoyastevnan í Klaksvík seg sum eitt væleydnað startskot upp á róðrarsummarið.

 

Veðrið setti sín dám á dagin. Eftir barnaróðurin, sum fór av bakkastokki undir hampiligum líkindum, setti eitt javnt regn inn yvir vágna, tá vaksnamannaróðrarnir skuldu byrja kl. 15.30. vindurin og avbjóðingar við startinum gjørdu, at kappingarnar seinkaðust við umleið 30 minuttir – men tað stóð ikki í vegin fyri sterkum ítróttarligum upplivingum og góðari fyriskipan frá Klaksvíkar Róðrarfelag.

 

##med2##

 

Við 96 manningum tilmeldaðum, var hetta eitt av hægstu luttøkutølum, sum nakrantíð hevur verið á norðoyastevnu – og tað merktiskt eisini á økinum, bæði millum áskoðarar og íðkarar. At síggja so nógvar bátar á vágni í senn er ein vøkur sjón.

 

Mong vóru áhugaverdu úrslitini. Í barnaróðrinum hjá gentum vann Broddur við tíðini 02:56.10 – teirra fyrsti sigur síðan 1965, og eisini fyrstu ferð ein gentumanning vinnur í hesum báti. Hjá dreingjunum vann Tekla – teirra fyrsti sigur síðan 2016.

 

Manningar á Fípini Føgru skuldi ikki minni enn tríggjar ferðir upp á ovasta skamil. Báturin vann bæði í Dreingjum 14-16 og 17-18, og eisini í 5-mannaførum kvinnur. Serliga sermerkt er, at Fípan nú hevur vunnið 8 róðrar á rað við dreingjum 14–16, og báturin hevur nú samanlagt 54 sigrar á dreingjasíðuni.

 

##med3##

 

Í Gentum 14–16 endaði tað heldur óvanligt: Kollur og Pílur komu báðir á mál við javnari tíð – 06:05.36 – og deildu fyrsta plássið. Kollur vann harvið sín fyrsta róður hjá vaksnum síðan 1998, og Pílur heldur fast í síni søgu sum bátur, har bara kvinnur og gentur hava sigrað.

 

Sílið hjá gentum 17–18 vann teirra 85. sigur í genturóðrinum, og Norðoyastevnan er tann stevnan, tær oftast hava staðið ovast á sigursskamlinum – nú 19 ferðir.

 

Í teimum stóru bátunum vóru eisini áhugaverd úrslit. Jarnbardur vann 6-mannafør kvinnur – sjeynda árið á rað á Norðoyastevnu. Sundabáturin gjørdi comeback við fyrsta sigri síðan 2021, og Ørvur í 8-mannaførum trívist væl í Klaksvík, teir vunnu fyri 13. ferð á hesi stevnu – fimm ferðir fleiri enn á nakrari aðrari stevnu. Í 10-mannaførum vann Havnarbáturin teirra fyrsti sigur síðan Ólavsøku 2008.

 

Næsta FM-stevnan verður í Hvalvík tann 14. juni – og við slíkum róðrum sum við sóðu á norðoyastevnu, er lagt upp til eitt FM-summar, sum verður bæði óvæntað og spennandi. Spenningurin er longu byrjaður – og rógvararnir eru klárir.

 

Kappróðrarblaðið, sum er í Sosialinum hesaferð, kann lesast við at trýsta her

 

##med4##

##med5##