Reidar Nónfjall
Búskaparpolitikkur higartil
Búskaparpolitisk tiltøk kunnu hava stóra ávirkan á m.a. avleiddar vinnugreinar í Føroyum - handlar, byggifeløg, edv-fyritøkur o.a. Hesar vinnugreinar ganga vanliga út frá rímuligum stabiliteti í búskapinum og ikki, at búskaparliga grundarlagið verður tikið undan teimum frá einum árið til eitt annað.
Tað er ikki líkamikið, hvørji búskaparlig signalir politiska skipanin sendir til vinnuna, almenna sektorin sjálvan og húsarhaldini í hesum landinum. At spara prosentvíst í rakstrinum, skerja íløgur, lækka skattin etc. hevur ymiska ávirkan á búskapin. Nøkur tiltøk, umvegis stýring á fíggjarlógini, hava við sær, at búskapurin veksur og nøkur hava við sær, at búskapurin stendur í stað ella minkar. Nøkur tiltøk kunnu serliga raka vinnuna og í minni mun húsarhaldini o.a. Nøkur tiltøk fáa skjóta ávirkan á búskapin, meðan onnur tiltøk fáa ávirkan uppá longri sikt. Tað er eisini ymisk ávirkan á búskapin ella eitt nú á gjaldsjavnan, um tað almenna sparir lønir ella aðrar rakstrarútreiðslur, ella broytir íløgur ella skattin.
Higartil er trupult at síggja, hvønn búskaparpolitik landsstýrið veruliga førir og ynskir at føra komandi árini - boðskapirnir eru ógreiðir og skiftandi. Landsstýrið hevur latið rakstrarútreiðslurnar hjá landinum vaksa ótálmað seinastu árini, fremur síðan skattalætta og nú skerjingar og td. ikki útreiðslusteðg. Landsstýrið noyðist síðan at hækkað lønirnar á hvørjum árið uttan færri starvsfólk innan tað almenna. Nøkur av tiltøkunum hanga saman, td. skattalætti og skerjingar í útreiðslunum, meðan framhaldandi yvirtøkuútreiðslur og lønarreglueringar og lægri ríkisveiting ikki hongur saman við skattalætta, men hongur saman við sparingar uppá 1% o.a.
Spurningurin er hvørja búskaparliga ávirkan einstøku tiltøkini hava og hvat samlaða úrslitið verður. Hesi tiltøk minna meira um reaktiónseyðkenda leiðslu, tvs. at næstan øll búskaparlig tiltøk taka støði í tí meira stuttsiktaðu akuttu politisku ella búskaparligu støðuni og ikki, hvat er rationelt at arbeiða við uppá longri sikt.
Komandi búskaparpolitiska tiltak
Tað er ongin nýhugsan í útspælinum frá landsstýrinum, um prosentvísa skerjingar á fíggjarlógini í 2004. Talan er um eina endurtøku av tiltøkum, sum eru brúkt fyrr - uttan úrslit fyri innihaldið og vavið á almenna sektorinum. Tvørturímóti er hetta slagið av tiltøkum besti møguleikin hjá øllum ábyrgdarhavandi at koma við undanførslum, um at fremja veruligar broyt-ingar innan tað almenna. Tað er heldur ongin motivatión hjá einstøku stovnunum at fremja hetta slag av sparingum - øll verða viðgjørd eins og skulu bera seg eins at.
Skerjingar yvir allan sektorin, sum hesar, verða annars mest brúktar í krepputíðnum, vegna vantandi politiska handlikraft, vegna vantandi innlit í almenna sektorin, herundir vantandi innlit í rationaliseringsmøguleikar. Harafturat er talan um 1%, sum er lítið í mun til stóra útreiðsluvøksturin seinastu árini og nú støddina á almenna sektorinum. Tiltakið er meira við til at leggja royk yvir teir møguleikar, sum eru fyri at broyta lutfallið millum støddina á almenna og privata sektorinum.
Hesi tiltøk ávirka kanska óneyðugt tær tænastur, sum veruliga tørvur er á og virka væl, ella eiga at styrkjast, meðan allar tær tænastur, sum kanska ikki brúk er fyri, hava nóg mikið av peningi og liva sítt egna lív. Vit kunnu illa hugsa okkum, at ein vinnulig fyritøka fremur skerjingar á øllum virksemiøkjum, eisini teimum, sum framtíðar inntøkurmøguleikar eru fyri - í staðin velur fyritøkan at flyta ella skerja tilfeingi á vónleysum inntøku-økjum og geva nóg mikið av tilfeingi til framtíðar inntøkukeldur.
Við hesum fíggjarliga tiltaki virkar tað eisini sum, at fokus verður tikið burtur frá øðrum neyðugum og munadyggum tiltøkum. Harafturat kann ein spyrja, hvørji tiltøk verða sett í verk í 2005?. 2008. Tað er nú einaferð soleiðis, at bæði vinna og húsarhald hugsað langtsiktað - 2 til 4 ár og kanska longur. Ein vinnulig fyritøka ger ikki íløgur við einari hóttan um krepputíðir og útfrá, at landið gongur á odda at fráboða hesar kreppu-tíðir. Tað eigur heldur ikki at fráboðast, at "trøini vaksa inn í himmalin", men tað skal finnast ein hóskandi og realistiskur millumvegur.
Neyðug politisk tiltøk
Løgtingið og landsstýrið hava seinastu árini víðari útbygt almenna sektorin og hevur góðtikið øktar tænastur og játtað tilhoyrandi øktar útreiðslur, nokta fyri at fremja lægri tænastustøði á ymsu økjunum, sett nýggjar stovnar og tænastur á stovn o.a. Tað er tí bara politiska skipanin, sum hevur ábyrgdina av bygnaðinum og støddini av almenna sektorinum, sum vit hava í dag. Tað er politiska skipanin, sum skal seta út í kortið, hvørjir stovnar landið hevur tørv á, hvat støðið skal verða í virkseminum, hvussu stovnarnir kunnu reka virksemið sítt mest effektivt og bíligast, privatiser-ing-ar o.a.
Spurningurin er m.a., hví onki verður nevnt um fylgjandi tiltøk - serliga nú Føroyar skulu gerast búskaparliga sjálvberandi:
oBygnaðarbroytingar (td. samanleggingar og avtøka av óneyðugum stovnum ella funktiónum)
oSparikatalog (ongin hevur nakrantíð sæð og ella hoyrt um innihaldið í hesum, men tað er nevnt ofta)
oSynergieffekt (hvørjar organisatoriskar broytingar kunnu tryggja betri, fleiri og bíligari avrik í umsitingini sum heild)
oPrivatiseringar (ongin veit, hvat hendir, men stórir forvæntingar eru um, at nakað hendir)
oLógarbroytingar (spara pening, men bara tosað um hetta í áravís)
oLangtíðar rakstrarætlan (rationaliseringar komandi árini, byrjað í 2004)
oLangtíðar íløgurætlan (hóskandi býtið av smærri og størri íløgum runt um í landinum og eftir tørvi).
Politiska skipanin hevur brúkt nógvar milliónir krónur at styrkja fíggjarstýringina hjá landinum og hevur í løtuni nóg mikið av stýringaramboðum at taka skilagóðar avgerður útfrá, herundir amboð við roknskapar-upplýsingum um virksemi í almenna sektorinum. Landsstýrið hevur tí eitt gott grundarlag at taka avgerðir um neyðugar tillagingar og menning. Landsins búskapur og møguligar sparingar kunnu ikki seriøst viðgerast uppá nakrar vikur í nov./des. á hvørjum árið, tá fíggjarlógin kemur fyri í tinginum.
Samanumtikið
Landsstýrið eigur at gera ítøkjuligar ætlanir um, hvussu almenni sektorurin kann rationaliserast í rakstrinum - øki fyri øki, og brúka nógv meira tey stýringaramboð, sum eru tøk í løtuni. Gevið samfelagnum eina fullfíggjaða fráboðan um málsetningar soleiðis at neyðugar tillagingar verða gjørdar í framtíðini. Í dag eru búskaparligu útspælini ikki nøktandi og ongin veit meira enn nakrar mánaðir fram, einstakir stovnur fáa álagt sparingar o.a.
Um so er, at niðurgongd verður í búskapinum, so eigur landsstýrið í staðin at seta gongd á almennar íløgur, sum mótvirka møguligari kreppu. Tað er neyðugt, at íløgurnar koma heildini í Føroyum til góðar og ikki bara lokalum økjum.
Tað er ikki nóg mikið hjá politisku leiðsluni at brúka sonevndu salami-metoduna til at fremja sparingar. Tað hevur heldur onga ávirkan á stóru heildina at taka einstakar stovnar burturúr og uttan nærri at greiða hesum stovnum frá endamálinum og hvat skal skjerast. Hetta hevur heldur onki við veruliga leiðslu at gera og bara slørar veruligu trupulleikarnar, sum heild.
Landsstýrið eigur at sjónliggera síni mál, um nøkur eru, og hava nógv størri konsekvens í politiska arbeiðinum. Politiska leiðslan eigur erliga at greiða frá, hvussu hon ætlar at náa teimum málum, sum sett verða, hvørjar loysnir ætlanin er at velja og hvørjar avleiðingar standast av valdu loysnunum.
Politiska leiðslan kann ikki einasamøll loysa teir trupulleikar, sum samfelagið hevur ella fær, og taka ímóti øllum avbjóðingum. Menningin av samfelagnum kann einans gerast í tøttum samstarvi við vinnua og borgarar landsins - men fyrst er neyðugt at kenna koyriætlanina komandi árini hjá landsstýrinum.
Eitt er vist og tað er, at Føroyar verða ikki búskaparliga sjálvberandi við, at landið sparir 1% ella 36 mió. kr. á fíggjarlógini fyri 2004 - og verða tað heldur ikki uttan greið mið og mál komandi árini.
Heilsan
Reidar Nónfjall