Reimund hevði størstu fráveruna

18,4 prosent frávera! Tað er støðan hjá løgtingsmanninum, sum hevur størstu fráveruna í løgtinginum fyrru hálvu av 2014 tingsetuni.

 

18,4 prosent frávera! Tað er støðan hjá løgtingsmanninum, sum hevur størstu fráveruna í løgtinginum fyrru hálvu av 2014 tingsetuni.

 

Tað vísir uppgerðin hjá løgtinginum, sum í gerðabókini førir protokoll fyri, hvussu tingfólk møta upp til tingfundir.

 

Berst tingfólki frá at møta á tingfundi, so ber til at biða løgtingið um farloyvi, og so tekur næsta fólk á listanum sætið. Hetta verður eisini ofta gjørt, men ikki altíð. Hóast Reimund Langgaard hevur størstu fráveruna, so hevur hann eisini havt farloyvi, har næsti maður á listanum hevur verið í hansara stað. Men av sjey av teimum 38 fundunum hevur stólur hansara – sambært løgtingsins gerðabók – staðið tómur.

 

Um somu tíð í fjør var tað Bárður Nielsen, sum hevði størstu fráveruna. Hon var tó eitt sindur lægri, 16,3 prosent, so í so máta er støðan versnað.

 

Men fleiri tingfólk hava møtt væl upp hesaferð, tí einans 19 eru á listanum yvir fráverður, meðan talið í fjør var 24.

 

Á listanum niðanfyri sæst, hvussu tingfólk hava møtt upp síðani ólavsøku:

 

Uppmøting á tingi tingesta 2014 - 1. 38. fundur

 

 

 

 

 

 

 

Tingfundir

Prosent

1

Reimund Langgaard

7

18,4

2

Elsebeth M. Gunnleygsdóttur

4

10,5

3

Brandur Sandoy

3

7,9

4

Rodmundur Nielsen

3

7,9

5

Høgni Hoydal

3

7,9

6

Bárður Nielsen

2

5,3

7

Kristin Michelsen

2

5,3

8

Aksel V. Johannesen

2

5,3

9

Kristin Michelsen

2

5,3

10

Rigmor Dam

1

2,6

11

Bjørt Samuelsen

1

2,6

12

Eivin Jacobsen

1

2,6

13

Sirið Stenberg

1

2,6

14

Gerhard Lognberg

1

2,6

15

Gunvør Balle

1

2,6

16

Bill Justinussen

1

2,6

17

Rósa Samuelsen

1

2,6

18

Janus Rein

1

2,6

19

Henrik Old

1

2,6

 

Tað er ymiskt frá ári til ár, hvussu tingfólk møta upp. Um vit fara 10 ár aftur í tíðina, so var støðan nógv verri. Tá vóru eisini 38 tingfundir fyri hálvu at tingsetuni. Tann, sum tá hevði størstu fráveruna, var Sverre Midjord úr Javnaðarflokkinum, sum ikki hevði møtt á 11 tingfundum. Tað er ein frávera upp á góð 25 prosent.

 

Men tá var tingið sjáldan fullmannað, tí tað var bara eitt tingfólk, Alfred Olsen, sum tá hevði møtt á hvørjum tingfundi. Alfred Olsen man var tann tingmaður, sum møtir eina best upp til tingfundir.

 

VIÐ AT TRÝSTA HERber til at lesa um støðuna viðvíkjandi uppmøting á tingi fyri 10 árum síðani.