Reimund til Kambodja

Heimamissiónin sendir fyrsta volontør til Kambodja

Kirkjuliga Heimamissiónin hevur sett Reimund Langgaard úr Leirvík sum volontør frá 1. juli fram til ársskiftið, har starvsstaðið verður í Siem Reap í Kambodja.


Reimund Langgaard er kendur í Heimamissiónini, bæði sum fyrrverandi starvsfólk og eisini í staðbundna arbeiðinum. Uppgávan verður fyrst og fremst at virka í ungdómsarbeiðnum og undirvísa í enskum. Tó kemur Reimund eisini at hjálpa staðbundnu kirkjuni við verkætlanum, sum skulu hjálpa henni at klára seg sjálva fíggjarliga.


Reimund kemur frá starvinum sum varasølustjóri í Smyril Line. Hann hevur eisini verið virkin í missiónsarbeiðinum, og millum annað sitið í stýrinum í Meinigheitshúsinum í Havn seinastu tvey árini. Bøn verður fyri Reimund i Leirvíkar Missiónshúsi sunnudagin 21. juni kl. 18, har øll eru hjartaliga vælkomin.


Heri Kjærbo, leiðari á Boðanardeildin hjá Heimamissiónini, sigur, at hetta er fyrsta stig í at røkka málinum at senda fleiri starvsfólk til kirkjuna í Kambodja.