Svenski forsætisráðharrin, Fredrik Reinfeldt, fordømdi í dag yvirgangsatsóknina í Stockholm seinnapartin í gjár. Hann segði, at atsóknin var eitt álop á tað opna samfelagið, men hann bað sviar sissa seg og ikki leypa framav.
-Vit vilja ikki hava menn gangandi í býnum við spreingiløðingum uppi á sær. Tað kann als ikki góðtakast í einum opnum samfelag sum okkara, har fólk av ymiskum uppruna og við ymiskari trúgv búgva undir liðini á hvør øðrum. Í einum demokratiskum samfelag sum okkara hava tey misnøgdu og illu møguleikar at siga tað, sum tey halda uttan at brúka harðskap, segði Fredrik Reinfeldt við svenskar og útlendskar fjølmiðlar í dag.
Hann eggjaði sínum landsmonnum til at vísa tolsemi og ávaraði teir ímóti at leypa framav.
Síðani í morgun hava svensku myndugleikarnir viðgjørt spreingingarnar í gjár sum yvirgang, og síðani hevur trygdartænastan Säpo havt málið um hendi.