Reinsa rennur regluliga

- Vit komu her beint eftir døgurða, og verða lidnir hvørja løtu. Síðani fara vit báðir til Árnafjarðar í somu ørindum, sigur kunoyingurin, Páll Gunhard Poulsen, sum hevur drúgvar royndir sum arbeiðsmaður hjá Landsverki

Kunoy: Guli liturin á stóra lastbilinum hjá Landsverki er eyðsýndur her í ovara borði á Kunoyarvegnum.

Hegnisliga stýrir Poul Sivert Sivertsen úr Norðdepli krananum niður til frárenslið, har makkari hansara, Páll Gunhard stendur og fyllir upp í grabban.

Uppgáva teirra henda hósdagin í farnu viku var at reinsa rennur og frárensl á vegastrekkinum millum Kunoyartunnilin og sjálva bygdina.

Hetta er ikki løtuverk, tí á strekkinum eru ikki færri enn 40 av slagnum og sum renna útav bakkanum.

- Hetta skal gerast ordiligt, og tí má tað bara taka sína tíð, sigur Páll Gunhard, nú Snoddi hjá Sosialinum koyrir framvið.

Í dag er gott veður til slík arbeiði. Aðrar dagar er arbeiðið neyvan eins hugaligt!


Altíð okkurt

Henda seinnapartin í farnu viku, tá vit hittu Páll Gunhard var hann í ferð við at reinsa rennur á einum staði, sum teir staðkendu kunoyingarnir kalla "Á Táini".

Landslagið á staðnum er formað eins og ein fótur, og av hesum hevur hetta ávísa staðið fingið sítt navn og úttalu "á tánni".

- Nú er veturin vónandi liðugur. Tað vísir seg, at tað altíð kemur nógv grót og evja niður í rennurnar. Nú reinsa vit frá frárenslunum, so alt ikki tippist.

- Vit tóku hesa rennuna fyrst, tí tað var komið so nógv tilfari niður í hana, greiðir hann frá.

Tað vísir seg, at tað altíð er okkurt í hvørjum frárensli, og onkutíð koma teir eisini fram á slík sum eru tipt.

- Sjálvandi – taka vit tað nóg ofta, er ikki so nógv í hvørja ferðina, slær hann fast.


30 ár

Páll Gunhard Poulsen er eingin ársungi í hópinum av starvsfólkum hjá Landsverki.

Hann hevur í roynd og veru arbeitt her í sløk 30 ár.

Fyrsta arbeiðið, hann var við í var tá teir boraðu tunlarnar á Kalsoynni í 70'unum.

- Ja, teir bóðu meg koma til arbeiðis í einar 14 dagar ella so, men tað bleiv altso til 30 ár. Tað bleiv kanska nakað leingi, sigur Páll Gunhard við einum brosi.

Eftir at allir tunlarnir á Kalsoynni vóru boraðir ígjøgnum, helt hann fram í somu fyritøku og er har enn.

- Tað mangla faktiskt bara 3-4 mánaðir í, til eg havi verið her í 30 ár, sigur hann.