René ætlar sær at spæla við United

Men í fyrstu atløgu fegnast 19 ára gamli havnardrongurin René Shaki Joensen um, at hann og Brøndby í næstu viku fara at undirskriva tvey ára sáttmála, sum hann heldur, at mamman eigur størsta heiðurin fyri

Jóannes Hansen
------

Hjá 19 ára gamla René S. Joensen, sum er føddur og uppvaksin í høvuðsstaðnum, er dreymurin, ið hann saman við mongum dreingjum hevur havt, um at gerast veruleiki. Í fyrradagin varð tað greitt, at sáttmáli verður undirskrivaður, sum ber við sær, at René frá í summar av og tvey ár fram verður á lønarlistanum í Brøndby, har hann fer at venja saman við teimum bestu og harvið fer at vera við í stríðnum um plássini á besta liðnum.
René M. Joensen fegnast um henda møguleikan, men hann sær ikki kjansin í danska felagnum, ið telist millum tey stóru, hóast úrslitini hava verið soltin seinastu áriini, sum endamál í sjálvum sær:
-Síðani eg var smádrongur havi eg droymt um at fáa møguleika at liva av at spæla fótbólt og harvið ikki at hava annað arbeiði. Nú havi eg fingið henda møguleikan í tvey ár. Eg fari at leggja alt tað fyri, sum eg kann, fyri at sleppa á besta liðið, og málið er avgjørt at sleppa longur enn í bestu donsku deildina at spæla. At fingið møguleikan í Onglandi hevði verið óført, og at sloppið upp í part hjá Sir Alex í Manchester United hevð verið toppurin.
8. februar fylti René S. Joensen 19 ár. HB er barndómsfelagið, og René hevur spælt á øllum unglingalandsliðunum. Hann verður sagdur at vera skjótur og bólttryggur, og hann hevur gott eyga fyri spælinum. René hevur spælt í nógvum plássum. Í Brøndby rokna teir fyrst og fremst við honum sum miðverja. Í nýmótans fótbólti verður tað roknað at vera týdningarmikið, at miðverjarnir eru góðir fótbóltsspælarar, og at teir eru kropsliga væl fyri og skjótir.

Hevur arbeitt seg upp
Í 9. flokki í Eysturskúlanum gjørdi René av, at hann skuldi fara til Danmarkar á fótbóltsskúla og taka 10. flokk. Soleiðis hevur tað verið hjá nógvum føroyskum dreingjum. Teir hava droymt at skriva sáttmála og at liva av fótbóltinum, og hjá teimum flestu er dreymurin avloystur av veruleika, sum hevur verið skúlagongd, útbúgving og arbeiði, og fótbólturin hevur verið frítíðarítriv.
René byrjaði á botni. Hann hevur víst áræðið, dirvið og viljan, sum eru neyðug, hann hevur verið heppin, og so hevur hann á heimafrontinum verið ógvuliga væl uppbakkaður av mammuni:
-Tað hava verið løtur, tá ið mær hevur longst illa heim til vinirnar og hugnan í Føroyum, og tað hevur viðhvørt kenst einsligt, tí umhvørvið í Brøndby er eyðkent av at vera kyniskt og av rættuliga harðari kapping og av, at ein og hvør er sær sjálvum næstur, tá ið sammett verður við barndómsfelagið HB og onnur fótbóltsfeløg í Føroyum, har tað er nógv meiri sosialt og hugnaligt.
-Tá ið tað hevur gingið minni væl, so hevur mær longst heim til trygga familjulívið. Mamma flutti so niður fyri at stuðla mær. Vit búgva í Brøndby strand, og tað kann ikki sammetast at fara til hús frá venjing og koma heim til fjálgt heim og heitan døgurða heldur enn at leita sær inn í leigað kamar og sjálvur at skula syrgja fyri máltíðunum, sigur René S. Joensen.
Hann dugir væl at greiða frá gongdini, sum er staðfesting av, at hann ikki kom til skorin klæði í Brøndby, og at vilji, dugnaskapur og hepni hava verið við til at mynda leiðina ímóti toppinum:
-Tá ið eg bara hevði verið nakrar vikur á skúlanum var eg við í innanhýsis venjingardysti millum Brøndbyliðini í 2. deild og 4. deild, sum eg var partur av. Tað gekk væl hjá mær, og eg skoraði tvey mál. Tað bar við sær, at venjarin hjá 2. deildarliðnum gav mær boð um at venja við teimum. Eg legði nógv fyri undir venjing, og tað bar við sær, at eg fekk møguleikan onkrar løtur í dystum, og so opnaðist møguleikin at venja við U17 talentunum tvær ferðir um vikuna. Aftur har fekk eg í fyrstu atløgu møguleikan í dystum at royna meg lítlar løtur, og at enda varð eg fastur maður á liðnum, greiðir René S. Joensen frá, og so gevur hann einum ávísum venjara gott skoðsmál.
-Fyrrverandi álopsspælarin hjá Brøndby Bent Turbo Christensen var venjari á U19 liðnum. Hann vísti mær stórt álit, og á liðnum hjá honum gekk tað mær sera væl. Átta U19 spælarar hava seinasta mánaðirnar havt møguleikan at venja saman við teimum í superliguni. Tvær ferðir um vikuna hava fýra okkara vant saman við besta hópinum, og so hevur venjarin, Auri Skabelius, eygleitt okkum, eisini tá ið vit hava spælt á næstbesta liðnum. Nú er Bent Turbo Christensen hjálparvenjari hjá Auri, og tað hevur kanska havt sína ávirkan á, at tað nú er vorðið til tað, at tvey ára sáttmáli í næstu viku verður undirskrivaður, heldur René Joensen.

Uppskriftin
Allir teir unglingarnir, sum droyma um at liva av fótbóltinum, kunnu lurta eftir uppskriftini hjá René Joensen fyri at kunna seg um, hvat skal til, um nakar møguleiki skal vera fyri at sleppa framat í superliguni:
-Eg havi lagt alt annað til síðis. Nakrar heilt fáar lærugreinar í stakgreina HF er tað rúm fyri. Annars ber tað ikki til at hugsa um nakað annað. Hetta er sinniliga og kropsliga sera krevjandi. Mínar royndir eru, at um annað órógvar gerandisdagin, so kennist tað beinanvegin á avrikunum, um fokus verður flutt frá fótbóltinum. Tí ræður um at vera hundrað prosent fokuseraður, og tá hevur tað hjá mær verið ógvuliga kærkomið, at hava mammu undir liðini. Hon hevur dugað at uppmuntrað, so eg eri komin úr aftur dalunum og havi funnið lívsgleðina aftur, tá ið okkurt er komið á leiðina, og tað hevur beinanvegin sæst aftur í avrikunum á vøllinum.
Teir, sum hava evnini og viljan, sum René Joensen hevur víst, hava møguleika at sleppa framat. Aðrir føroyingar hava áður víst tað sama. Jákup Mikkelsen og Todi Jónsson hava verið við til at vunnið DM.
Jón Rói Jacobsen er einasti føroyingur undan René Joensen, sum hevur verið á besta liðnum í Brøndby. Hann varð illa skaddur í knænum, og tað bar við sær, at aðrir unglingar fóru framvið honum og vunnu sær pláss í miðverjuni á besta liðnum, har tað annars varð roknað við Jón Róa Jacobsen.. Ein av hesum var ein unglingi, ið eitur Daniel Agger, og sum nú spælir í Liverpool og á danska landsliðnum.
René Joensen vil fegin sleppa á føroyska a-landsliðið, og tað fer ivaleyst at eydnast rættuliga skjótt. Um hann – eins og Daniel Agger – fer at fáa møguleikan at spæla í Onglandi, valdast um, hvussu tað fer at gangast í Brøndby, og um René fer at sleppa undan skaðunum, sum plágaðu nógv hjá bæði Toda Jónsson og Jón Róa Jacobsen.
Ivaleyst hevði René tikið av, um Liverpool um nøkur ár sendi boð eftir honum, men hann dylir ikki, at dreymurin er at spæla við Manchester United:
-Í fyrstu atløgu fegnist eg um møguleikan at fáa høvi at venja átta ferðir um vikuna saman við hinum í Brøndby. Haraftrat havi eg alla tíðina vant fyri meg sjálvan, og tað geri eg framvegis. Tað er fínt ikki at hugsa um annað enn at spæla fótbólt og hvíla. Tað fer at taka tíð, men eg rokni avgjørt við, at tað fer at eydnast at røkka langt. Trýstið er stórt og ferðin stór, men hetta er fantastisk avbjóðing, og so er tað spennandi!