Danska felagið, Vendsyssel FF, sum hevur føroysku Meinhard E. Olsen og René S. Joensen í hópinum, skal hóskvøldið spæla størsta dystin í søgu felagsins.
Tá skal Vendsyssel spæla hálvfinalu í donsku steypakappingini, har felagið møtir ongum minni enn verandi meistarunum úr FC Keypmannahavn.
Sum væntað er FC Keypmannahavn ein risa favorittur undan uppgerðini, men í Vendsyssel hava tey vónir um, at kunna gera tað óvæntaða.
Danska heimasíðan, bold.dk, hevur samrøðu við føroyska landsliðsleikaran, René Shaki Joensen. Hann hevur sitið tað mesta av várinum uttanfyri við skaða, men er nú byrjaður at venja aftur. Hann greiðir heimasíðuni frá, at hann vónar at vera við í hópinum hóskvøldið móti FC Keypmannahavn, og at talan er um heilt serstakan dyst.
- Hetta er ein risa uppliving fyri okkum sum leikarar, Hjørring sum bý og fyri okkara áskoðarar. Vit hava einki at tapa og alt at vinna í hálvfinaluni, sigur René S. Joensen. Vit fara sjálvandi at gera alt fyri at vinna dystin, og eydnast tað, hava vit ótrúligt nokk megna at spælt okkum í steypafinaluna.
Men René S. Joensen veit, at tað skal eitt størri undur til, um teir skulu koppa danska oddaliðnum úr FC Keypmannahavn.
- Tað verður ein torførur dystur, og tað er eingin ivi um, at okkara málverji og at okkara leikarar mestsum skulu spæla yvir tað vanliga støðið, um vit skulu hava ein møguleika. Men vit trúgva sjálvsagt fult og fast uppá at vit kunnu vinna, og fara eftir tí, sigur René S. Joensen.
René Shaki Joensen hevur spælt við Vendsyssel FF síðani á sumri í 2015, tá hann skifti til felagið frá HB.