Nú er nýggja Mégane skráin hjá Renault víðkað við Coupé-Cabriolet, sedan (Sport Sedan) og stationcar (Touring).
Renault Mégane II kom sera væl frá byrjan. Fyrst bleiv hann valdur til "Car of the Year 2003", síðan fekk hann fimm stjørnur í EuroNCAP testunum.
Hetta sigur nakað um at bilurin ikki bert hevur útsjóndina við sær men eisini trygdina, komfortin og koyrieginleikarnar.
SportsSedan hevur eins og hatchback sera smart design, hann er rúmligur og hevur stórt viðførisrúm.
Stationcar útgávan, Touring, er 23 cm longri enn hatchback. Har er gott pláss til tey ferðandi og teirra viðføri. Baksetrini eru løtt at leggja niður, uttan at nakkastútturnar mugu takast av.
Síðuairbag og gardinairbag eru standard. Mégane II fáast við trimum bensinmotorum við ávikavist 98, 115hk og 140 hk, primo 2004 kemur ein 2.0 Turbo við 225 HK, og tveimum dCi turbo dieselmotorum við beinleiðis common-rail innspræning, hesir hava ávikavist 80 og 120 hk. Fyrst í komandi ári kemur ein dCi við 100 HK.
Allar útgávurnar hava elektriska servostýring og koyrieginleikarnir eru í besta franska stíli. Teir eru væl útgjørdir við standard útgerð sum t.d. fjarstýrdum sentrallásum, hita í forsetrunum, hæddarstilling av førarasetri, elektroniskum oljumátara, fjarstýring av radio í rattinum, í næsta útgerðsvarianti hava teir aircondition við køling av handskarúminum, separat spotljós bæði aftan og framman, tokulyktir, dúrkljós framman og aftan og regnsensor.
Eins og á Renault Laguna verða Mégane II settir í gongd uttan startlykil, við einum korti, SmartCard.
Prísirnir á sedan byrja við kr. 189.000,- og stationcar byrja við kr. 194.000,-
Renault Mégane II 1,6 Touring
Comfort Expression
Motorurin1,6 litur 4 syl. bensin við 115 hk
0-100 km/t10,9 sek.
Bensinnýtsla14,7 km/l
Dekkstødd195/65-15
Stødd og vekt
Longd444,0 cm
Breidd178,0 cm
Hædd147,0 cm
Eginvekt1225 kg
Prísur219.000 Kr.
SøluumboðVR Bilar
Hoyvíksvegur
FO-100 Tórshavn
Tel. 322110