Fríggjamorgunin klokkan trý kortr til átta varð ein kona árend av einum bili,tá hon skuldi eftir gonguteiuginum í ljóskurvini á R. C. Effersøesgøtu í Havn.
Bilurin kom niðan eftir Bøkjarabrekku, og bilførarin hevur helst ikki sæð konuna, tá hann snaraði yvir í R. C. Effersøesgøtu.
Konan fór á skaðastovuna, men hon hevði ikki fingið mein, sigur politiið.
Fríggjakvøldið stoyttu ein bilur og eitt prutl saman í Turiðargøtu. Tann ungi maðurin á súkluni fór á skaðastovuna, men politiið hevur ikki frætt aftur um nakran skaða.