Rendi á gravkúgv

Eitt álvarsligt ferðsluóhapp hendi við Ánavegin fyrrapartin hósdagin. Ein bilur kom koyrandi norðanífrá, tá hann brádliga fór tvørtur um vegin og so beint inn í grabban á einari gravkúgv, sum stóð í arbeiði við vegkantin.
Løgregla og sjúkrabilur vórðu boðsend beinanvegin, og tíbetur var skaðin ikki so stórur, sum hann, sambært løgregluni, kundi havt verðið.
? Bilførarin var sera heppin, tí hann slapp við einum beinbroti, sigur vakthavandi á løgreglustøðini í Klaksvík.
Hildið verður, at bilførarin fekk eitt dánilsi av onkrum slagi, og tí rendi bilurin á gravkúnna.
Maðurin varð fluttur á Klaksvíkar sjúkrahús og hevur tað eftir umstøðunum gott.