Rendi á rundkoyringina í Eysturoyartunlinum

- Vegurin var bara stongdur í eina lítla løtu, sigur løgreglan.

Stutt fyri middag í dag rendi ein bilur frontalt á rundkoyringina í Eysturoyartunlinum.

 

Løgreglan sigur, at bilførarin, sum eftir hendingina var við vit, er fluttur á Landssjúkrahúsið til kanningar.

 

- Vegurin var stongdur í einar tíggju minuttir eftir óhappið og varð síðan latin upp aftur.

 

Vaktleiðarin sigur, at tey vita ikki, hvussu bilførarin hevur tað, men bilurin fekk materiellan skaða.

 

Sum skilst, er okkurt eisini komið upp á listaverkið í royndkoyringini, men løgreglan veit ikki í løtuni, hvussu stórur skaðin er.