Reyði bilurin, sum løgreglan eftirlýsti í gjár, er afturíafturkomin.
Seinnapartin í dag varð bilurin funnin aftur uppi í Hoyvík. Av løgreglustøðini verður sagt, at bilurin hevur fingið nakað av skaða í høgru síðu. Hann hevur eyðsæð verið í einum samanstoyti.
Vakthavandi á løgreglustøðini sigur við in.fo, at enn er ikki greitt, hvat er hent ella hvør er farin avstað við bilinum. Um onkur veit nakað meiri um málið, eru fólk vælkomin at ringja til løgregluna á 351448.