Eins og undanfarin ár fer Bragdið aftur í ár at skipa fyri renning á Flaggdegnum. Byrjað verður við Gamla Apotek kl. 16.00, og tað er beint eftir flaggdagshaldið á Vaglinum í Havn.
Kappingin er fyri børn og vaksin. Gjørt verður vart við, at øll skjót og minni skjót, ung og eldri eru vælkomin. Vaksin renna 7,02 km. og børn, fødd í 1993-1999, renna umleið 1,8 km.
Umframt at vera ein kapping fyri einstaklingar er Flaggdagsrenningin eisini ein kapping ímillum virkir, stovnar og líknandi. Firmakappingin er skipað á tann hátt, at virkini kunnu tekna 3-5 vaksnar luttakarar á hvørjum liði, ið so kappast ímóti hvørjum øðrum. Fleiri lið kunnu luttaka frá hvørjum virki. Menn og kvinnur skulu luttaka á hvør sínum liði. Bert tríggjar tær bestu tíðirnar á hvørjum liði telja við í kappingini.
Fleiri upplýsingar um kappingina eru at finna á heimasíðuni athletics.fo. Seinasta freist at tekna til er 21. apríl. Vinnandi lið og einstaklingar fáa steyp til ognar. Harumframt verða heiðursmerkir latin til nr. 1, 2 og 3. Høvuðsstuðul til Flaggdagsrenningina er P/F Føroya Shell, sum eisini letur steyp og heiðursmerki.