Renna á sundalagsstevnu

Um vikuskiftið er sundalagsstevna í Hvalvík og Streymnesi, og í tí sambandi skipar rennifelagið Bragdið fyri kapping.

 

Kappingin er liður í Grand Prix renning, sum verður fyriskipað í samband við summarstevnurnar. Hetta er sostatt tann næsta Grand Prix kappingin í ár.

 

Renningin verður leygardagin, og byrjað verður klokkan 11.00. Bragdið brúkar chip tíðtakingarskipanina, at avgreiða kappingina við. Tað merkir, at allir luttakarar fáa eitt chip, sum skal festast á annan skógvin. Tá rennari kemur á mál, rennur hann um eina máttu, sum skrásetur tíðina.

 

Rutan hjá børnum er frá felagshúsinum við Margáir og inn ímóti Saksunardali. Undantikin eru størstu børnini, sum renna eitt umfar saman við teimum vaksnu.

 

Rutan hjá teimum vaksnu er frá felagshúsinum við Margáir, út á landsvegin við Streymnes, yvir til Hvalvík, eftir bygdavegnum til skúlan og aftur til Streymnes. Hesin teinur skal rennast tríggjar ferðir og so á mál. Børn -17 ár renna eitt umfar saman við vaksnu rennarunum.

 

Tey, sum ikki seta seg før fyri at renna 8,1 km, hava hesaferð ein góðan møguleika at luttaka. Ein motiónsruta er fyri vaksin, 16 ár ella eldri, sum er 3,1 km.

 

Heiðursmerki verða latin til nummar 1, 2 og 3 í øllum bólkum. Undantikið er motiónsrenning vaksin. Har er onki heiðursmerkið, men allir rennarar fáa eina skrásetta tíð.