Næstseinasta Grand Prix renningin verður á vestanstevnu í Sandavági nú um vikuskiftið.
Hetta er sætta kappingin í ár, og seinasta umfarið verður á ólavsøku seinni í mánaðinum.
Renningin á vestanstevnu verður leygardagin klokkan 12.30. Menn og kvinnur skulu renna 6 kilometra langan tein.
Børn sleppa eisini at kappast, og tey verða deild upp í tríggjar aldursbólkar. Fyrsti bólkur er fyri tey undir skúlaaldur, næsti bólkur frá 1. til 3. flokk, og seinasti bólkurin er fyri 4. til 7. flokk. Bólkarnir verða eisini býttir upp í gentur og dreingir fyri seg.
Børnini renn millum 0,5 og 2,0 kilometrar.
Renningin er fyri øll, og tey sum ætla sær at verða við skulu møta við krikjuna í Sandavági leygardagin klokkan 12.00.