Hóast einans 10 luttakarar vóru við í rennikappingini í Vági leygardagin, so varð kappast í 4 bólkum. Nevnast kann, at tá umfar í kappingini var vesturi í Vágum í farnu viku, vóru eisini 10 luttakarar.
Vinnarar hesaferð í Vági vóru: hjá monnum Borgar Biskupstø, Treysti, hjá veteranum Josvein Herup Olsen, Bragdi, hjá kvinnum, Karina Magnussen, Hvistan, hjá gentum '91-’95, Bjørk Herup Olsen, Bragdi, og hjá dreingjum ’91-’95, Johannes Kristensen, Bragdi.
Fyrireikararnir í felagnum í Suðuroynni, ið nevnist Hvistan, siga, at kappingin gekk væl og at næsta á skránni er flagdagsrenningin, ið er vorðið afturvendandi tiltak, og vænta tey tá um 100 luttakarar.