Føroya Banki boðar í tíðindaskrivi frá, at bankin lækkar rentustig síni við 0,25-0,50 prosentum. Henda lækkingin kemur í gildi frá 1. oktober.
Grundgevingin hjá bankanum er, at danski Tjóðbankin hevur lækkað sína rentu við hálvum prosenti.
Rentustigini viðvíkjandi meginpartinum av útlánum bankans lækka við 0,25 prosentum. Rentan á vanligum innlánum verður ikki lækkað.
Føroya Sparikassi lækkar eisini rentustigið við 0,50-0,75 prosentstigi. Grundgevingin er eisini, at danski Tjóðbankin hevur lækkað rentuna. Rentan á vanligum konti lækkar ikki.
Til tess at eggja til størri uppsparing, áðrenn fólk seta føtur undir egið borð, hevur Sparikassin valt ikki at lækka rentuna á bústaðarkonto.
Renta á billánum í Føroya Sparikassa lækkar við 0,75 prosenti og er nú millum 5,75 og 7,75 um árið.