Sambært Reuters og AP hendir útsetingin, tí republikanarar høvdu trupult við at savna meiriluta fyri at fella uppskotið, hóast flokkurin hevur meiriluta í umboðsmannatinginum.
Uppskotið varð lagt fram av demokratum og skuldi eftir ætlan til atkvøðugreiðslu hósdagin. Nú verður hon í staðin í juni.
Fleiri uppskot um at avmarka krígsheimildirnar hjá Trump eru áður feld, men atkvøðurnar eru vorðnar alsamt tættari, eftir at kríggið millum USA og Iran er harðnað.
Við seinastu atkvøðugreiðslu var javnt.
– Vit høvdu uttan iva atkvøðurnar, og tað vistu tey, segði demokratiski tingmaðurin Gregory Meeks sambært Reuters.
Fyrr í vikuni samtykti eitt meiriluti í Senatinum eitt líknandi uppskot í eini fyribils atkvøðugreiðslu, eftir at fýra republikanskir senatorar atkvøddu fyri.
Sambært AP bendir tað á, at tað verður alsamt truplari hjá Trump at varðveita politiska stuðulin til kríggið móti Iran.
Um uppskotið verður samtykt í Senatinum, skal tað eisini samtykkjast í Umboðsmannatinginum við tveimum triðingum av atkvøðunum fyri at kunna standa ímóti einum væntaðum veto frá Trump, skrivar Ritzau.











