Republikanararnir kunnu fáa ein frammaná í morgin

Valið í morgin kann gerast ein sonn vanlukka fyri tann republikanska flokkin, tí umframt Hvítu Húsini kann hann eisini missa fleiri sessir í Kongressini

Nógv bendir á, at dagurin í morgin kann gerast ein av teimum svørtu døgunum í søguni hjá republikanska flokkinum í USA. Sambært meiningakanningunum stendur flokkurin til at missa forsetaembætið, men harafturat er tað líkt til, at flokkurin eisini kann missa fleiri sessir í Kongressini.

Politiskir eygleiðarar siga, at umstøðurnar hava ikki verið republikanska flokkinum til vildar hesaferð. Í fyrsta lagi líður flokkurin undir, at floksfelagin í Hvítu Húsunum, George W. Bush, er so illa umtóktur, at tað finnast neyvan fordømi um tað í søgu landsins. Í øðrum lagi hevur Bush-umsitingin ikki verið serliga heppin við at taka sær av fíggjarkreppuni, og í triðja lagi tykjast fleiri amerikanarar at vera hugtiknir av Barrack Obama heldur enn John McCain.

Hjá demokratunum er støðan tann øvugta. Teir vænta at fáa uppaftur størri meiriluta í Kongressini, enn teir hava havt síðani miðvalið í 2006, tá millum annað misnøgdin við kríggið í Irak gjørdi, at nógvir republikanskir kongresslimir fullu.

 

Kunnu fáa ræðið

Í morgin skulu veljararnir manna ein triðing av teimum 100 sessunum í Senatinum og alt Umboðsmannatingið. Tveir triðingar av teimum senstasessunum, sum eru á vali í morgin, eru nú mannaðir við republikanarum, men nógv bendir á, at tað verða demokratar, sum seta seg í teir aftan á valið í morgin.

Teir seinastu dagarnar hevur John McCain ávarað reoublikonsku veljararnar ímóti at lata demokratarnar fáa forsetaembætið og fult ræði á Kongressini, tí so koma teir at sita á allari lóggávu tey næstu árini.

Í løtuni hava demokratarnir 51 senatorar og republikanararnir 49, men sambært teimum seinastu meiningakanningunum kunnu demokratarnir fáa seks ella sjey senatorar afturat.

Í Umboðsmannatinginum hava demokratarnir greiðan meiriluta við 235 limum ímóti teimum 199 hjá republikanska flokkinum. Kanningarnar siga, at her fáa demokratarnir millum 20 og 30 afturat í morgin.

Politiskir eygleiðarar siga, at fáa demokratarnir bæði frosetaembætið og fult ræði á Kongressini, kann tað rudda slóð fyri, at Barrack Obama kann fremja tann politikk, sum hann hevur lagt fram undir valstríðnum.