Republikanararnir tryggja sær meiriluta í senatinum

Republikanararnir hava tryggjað sær meiriluta í senatinum í USA, sigur AP. Flokkurin stendur til í minsta lagi 51 umboð.

Chip Somodevilla/AFP/Ritzau Scanpix

Republikanararnir fáa meiriluta í senatinum í Washington D.C., vísir ein útrokning frá tíðindastovuni AP.

Tað er greitt, eftir at ein avgerandi sessur í Nebraska fór til sitandi republikanska senatorin Deb Fischer.

Hennara fremsti avbjóðari var óhefta valevnið Dan Osborn.

Undan valinum høvdu demokratarnir meiriluta í senatinum við hjálp frá fýra óheftum valevnum.

Útrokningin hjá AP vísir, at republikanararnir fáa í minsta lagi 51 sessir í senatinum, sum tilsamans telur 100 limir.

34 av teimum 100 sessunum vóru á vali á amerikanska forsetavalinum.

Undan valinum sótu 47 demokratar, fýra óheft valevni og 49 republikanarar í senatinum.

Við tí grundarlagi kundu republikanararnir fingið valdið á senatinum aftur við at fáa tvey mandat afturat teimum, sum flokkurin longu hevði, ella við at vinna forsetavalið og eitt eyka mandat.

Úrslitið av forsetavalinum hevur týdning fyri valdsbýtið í senatinum, tí varaforsetin er formaður í senatinum og kann geva avgerandi atkvøðu, um javnt er millum limirnar.

Men við 51 tryggum republikanskum sessum í senatinum, er tað sostatt óviðkomandi í mun til meirilutan, hvør vinnur forsetavalið.

Í morgun stendur republikanski Donald Trump til at vinna flest valmenn á forsetavalinum.

Men ein vinnari er langt frá at verða avgjørdur í øllum statum.

 

/Ritzau/

 

 

Chip Somodevilla/AFP/Ritzau Scanpix