»Rescue LÍV« fær tríggjar milliónir frá A. P. Møller

Den A.P. Møllerske Støttefond stuðlar “Rescue LÍV”

Í sambandi við at bjargingarbáturin “Rescue LÍV” skal høvuðsumvælast og uppstigast í næstum, hevur nevndin í danska grunninum "Den A.P. Møllerske Støttefond" játtað at stuðla verkætlanini við trimum milliónum krónum.

 

– Vit í Havnar Bjargingarfelag, sum reka “Rescue LÍV”, eru grunninum sera takksom fyri henda stórfingna stuðulin til sjálvbodnu sjóbjargingina í Føroyum, skrvar Rescue LÍV í tíðindaskrivi.

 

Samlaði kostnaðurin av uppstiganini er mettur at verða á leið 11 milliónir krónur, so stuðulin frá Den A.P. Møllerske Støttefond hevur stóran týdning fyri, at verkætlanin verður veruleiki.

 

– Meginparturin av írestandi upphæddini upp til tær 11 milliónir krónurnar hava Føroya Landsstýri og Tórshavnar Kommuna áður veitt, soleiðis at samlaða verkætlanin nú kann fremjast. 

 

Í august mánaði verður “Rescue LÍV” sigldur til Svøríkis, har umvælingin og uppstigingin fer fram. Gongur sum ætlað verður farið aftur eftir bátinum í mai mánaði komandi ár.

 

Meðan Rescue LÍV er í Svøríki hevur Norðoya Bjargingarfelag lánt Havnar Bjargingarfelag bjargingarbátin “Arun”, sum er gamli “Ziska”.

 

 

 

Um Havnar Bjargingarfelag:

 

Havnar Bjargingarfelag var stovnað í 1957, eftir at íslendski trolarin “Goðafoss” fór á land á Flesjunum í ringum veðri 2. januar 1957. Felagið hevur sostatt 66 ár á baki og hevur neyvan nakrantíð verið so virkið, sum tað er í dag. Felagið varðar av rakstrinum av “Rescue LÍV”, har oman fyri 30 fólk eru knýtt at bátinum. “Rescue LÍV” hevur í miðal 30 til 40 útkall um árið, og røkir mest sum burturav allan sjúkraflutning millum Nólsoynna og Havnina umframt at boð eisini eru eftir bátinum, tá øðrum bátum tørvar hjálp.