Reuters-journalistur er dripin í Ukraina

38 ára gamli, Ryan Evans, sum áður hevur verið bretskur hermaður, varð dripin, tá russiskar rakettir raktu hotellið í Kramatorsk, har hann búði. 

Í kvøld veit tíðindastovan Reuters at siga, at 38 ára gamli journalisturin hjá teimum í Ukraina, Ryan Evans, læt lív í einum russiskum rakettálopi á ukrainska býin, Kramatorsk, í gjár.

 

Hann var eisini trygdarráðgevi hjá Reuters, og hann byrjaði í starvi hjá tíðindastovuni í 2022. 

 

Ryan Evans, sum áður hevur verið bretskur hermaður, varð dripin, tá russiskar rakettir raktu hotellið í Kramatorsk, har hann búði. 

 

Tveir aðrir journalistar hjá Reuters fingu eisini løstir í álopinum, harav annar fekk álvarsligar løstir, veit tíðindastovan at siga í kvøld.

 

- Vit arbeiða saman við myndugleikunum í Kramatorsk við at fáa upplýsingar um álopið. Vit stuðla okkara starvsfeløgum og familjum teirra, skrivar Reuters.

 

Kyiv Independent veit at siga, at tvær lokalar kvinnur fingu eisini løstir í russiska rakettálopinum í gjár. 

 

Býurin, Kramatorsk, er áhaldandi álopin av russum, men tað hevur ongantíð eydnast russisku herdeildunum at taka býin.

 

##med2##

 

 

 

 

 

Reuters hevði ein bólk á seks fólk, sum búðu á Hotel Sapphire.