Í gjár vóru tveir mans, sum hava verið ákærdir í stóra rúsevnamálinum, funnir sekir, meðan triði maðurin varð fríkendur.
Teir eru dømdir fyri at hava roynt at innflutt 12,7 kg av hassi til Føroya og fyri at royna at innflyta eitt kilo av amfetamini.
Tollvaldið í Íslandi fann tey 12,7 kilogini av hassi, og tollarar í Havn funnu amfetamið, sum var goymt í einum bili, sum var við Norrønu.
Annar var funnin sekur í at hava roynt at innflutt hassið til Føroya, hin fyri at hava ætlað at innflyta amfetaminið, skrivar Kringvarpið.
Tveir av hesum trimum monnunum eru eisini ákærdir í øðrum málum.
Kringvarpið skrivar, at ein varð funnin sekur í øllum ákærum, seks í tali, og hin funnin sekur í flestu av 10 ákærum.
Triði maðurin, sum varð ákærdur fyri at vera við at at innflyta amfetaminið, varð fríkendur fyri tað.
Nevningarnir brúktu meira enn sjey tímar til málið, til niðurstøðan var greið.
Á rættarfundi í dag skulu nevningar saman við dómarinu taka avgerð um, hvørja revsing teir báir menninir skulu hava.
Ákæruvaldið krevur minst fýra ára fongsulsrevsing.