Tað er formaður Fólkafloksins, Beinir Johannesen, løgtingsmaður, sum hevur sett Bjarna Kárason Petersen, landsstýrismanni í lógarmálum, ein grein 52a fyrispurning um málið.
Hann spyr soleiðis:
1. Hvat skal til, fyri at útlendingar, ið koma higar umvegis arbeiðsloyvi og FastTrack, skulu útvega revsiváttan, tá søkt verður um arbeiðsloyvi?
2. Er landsstýrismaðurin sinnaður at broyta treytirnar soleiðis, at útvegast skal revsiváttan?
Í viðmerking til spurningin vísir Beinir Johannesen á, at so hvørt sum virksemið í landinum er økt, veksur eisini tørvurin á arbeiðsmegi.
– Tí hava vit sett eitt nú fast-track skipanina í verk. Hetta hevur hjálpt einum stórum parti av vinnulívinum at fáa fatur á arbeiðsmegi.
– Tó hevur tað eisini verið ein baksíða. Sum miðlar hava víst á, eitt nú Frihedsbrevet.fo, eru útlendingar komnir higar at arbeiða, sum hava eina kriminella fortíð í
heimlandinum, sigur Beinir Johannesen.
– Tað er gott, at møguleiki er at fáa skikkaða og góða arbeiðsmegi, men endamálið má aldrin vera, at tað skulu innflytast dømdir brotsmenn til Føroya. Í dag er onki krav um, at ein revsiváttan skal útvegast, sum kann forða fyri, at dømdir brotsmenn koma higar at arbeiða.
– Vit eru eitt lítið og viðbrekið samfelag, ið hevur nógv at verja. Tí mugu vit vera á varðhaldi. Tí verður hesin fyrispurningur settur landsstýrismanninum, sigur Beinir Johannesen.
Landsstýrismaðurin hevur 14 dagar at svara spurningunum.