Reyði Krossur bjóðar sálarhjálp

- Tænastan er ætlað so leingi, sum korona-smittan ger um seg í Føroyum, sigur Reyði Krossur.

 

Reyði Krossur bjóðar nú øllum, ið hava sálarligar avbjóðingar orsakað av støðuni við korona-smittuni í Føroyum at tosa við ein løggildan sálarfrøðing.

- Skipanin fer at virka frá leygdardegnum 21. mars og svarar frá klokkan 8 til klokkan 21 gerandisdagar - og frá klokkan 10 til klokkan 15 um vikuskiftið.

Sigrið Zachariasen, samskipari, vísir á, at ráðgevingin fer at svara fyrispurningum frá borgarum, ið kenna strongd, tunglyndi ella hava aðrar sálarligar avbjóðingar.

Tænastan er ætlað so leingi, sum korona-smittan ger um seg í Føroyum.

- Hevur tú tørv á sálarligari ráðgeving, kanst tú seta teg í samband við Hjálparnetverkið hjá Reyða Krossi á tlf. 788870, verður lagt aftrat.

##med2##