Tað er javnan, at ringt verður til Reyða Kross Føroya at fáa vitjanarvin
Í Føroyum eru fleiri gomul fólk, ið eru einsamøll og næstan onga vitjan fáa. Nú jólini nærkast, kann einsemi kennast eyka tungt.
Vitjunartænastan hjá Reyða Krossi Føroya hevur ein góðan bólk av vitjanarvinum, ið vitja fólk.
Men nú er støðan tann, at okkum tørvar fleiri vitjanarvinur, sigur tey í Reyða Krossi.
Einsemi hjá eldri fólkum er ofta nakað sum hendir, tá tey ikki longur eru partur av einum virknum lívi uttan fyri heimið. Tey liva tí einsamøll eftir, hava lítla ella onga familju, ella familjan býr uttanlands. Tá er gott at hava ein vitjanarvin, ið kemur á gátt.
Ynskir onkur at verða vitjunarvinur og vilt tú nýta ein til tveir tímar um vikuna at vitja eitt annað menniskja, so set teg í samband við Reyða Kross Føroya.
Skriva ein teldupost til redcross@red-cross.fo, ring á skrivstovuna, telefon 319630 ella ring beinleiðis til tey, ið varða av Vitjanartænastuni hjá Reyða Krossi í Havn, telefon 513784 og 284333.