Reyði Pantarin Cup – freistin er í dag

Á Toftum verður sagt, at stórur áhugi er fyri tiltakinum, og enn ber til at tekna seg til kappingina, sum verður nú um vikuskiftið

 

Í dag er seinasta freist at melda lið til innandurakappingina - Reyði Pantarin Cup - sum verður í høllini í Tofta skúla komandi vikuskiftið, 24., 25. og 26. januar.

Kappingin er fyri tey yngru liðini í aldrinum U5 til U16.

- Hvørt lið telur fimm leikarar og í mesta lagi ein eyka leikara. Tó spæla U13, U15 og GU16 við fýra leikarum.

Fyrireikararnir á Toftum siga, at liðini kunnu hava egin nøvn ella nevnast eftir fótbóltsfelagnum.

- Eru trý ella fleiri gentulið tilmeldað til eina deild, verður kapping hjá gentum eisini. Annars hava gentulið møguleikan at leika við dreingjaliði – tó í einum yngri aldursbólki, um tær ynskja tað.

Lagt verður aftrat, at luttøkugjaldið fyri hvørt liðið er 500 krónur, og gjaldið verður antin goldið við korti ella kontant, tá møtt verður. 

Á Toftum verður sagt, at stórur áhugi er fyri tiltakinum, og enn ber til at tekna seg til kappingina, sum verður nú um vikuskiftið.

- Seinasta freist at melda til innandurakappingina er í dag, og eru spurningar, kann ringjast á tlf. 749060, siga tey á Toftum.