Reyði tráðurin í føroyskum politikki

Í ár eru 70 ár ligin síðan javnaðarfeløgini tóku seg saman í eitt landsfelag, ella Ringfelagið, sum tey kallaðu tað. Hetta vóru menn, sum nøkur ár frammanundan fyrst stovnaðu Sosialistiskt Ungdómsforbund (SUF) í 1911, og 5 ár seinni stovnaðu Havnar arbeiðsmannafelag.

 

Tað er ikki at fara skeivur, at siga, at føroyskur politikkur áðrenn Javnaðarflokkin, hevði rent seg fastan í eitt kekl um samband ella loysing, meðan rættuligur politikkur um livikor borgaranna, lá djúpt niðri í fikkuni hjá føroysku politikarunum.

Hin mesta tøkkin, unga ættarliðið hevur at bera teimum tjóðskaparsinnaðu, er, at teirra millum funnust menn, ið brutu út úr afturhaldsbólkinum og stovnaðu Føroya Javnaðarflokk, ið ikki bara legði til brots fyri tjóðskaparmálum, men eisini ásannaðu tann veruleika, at í Føroyum skulu føroyingar liva.

Uttan ein javnaðarflokk- ja, lutvíst uttan ein kapitalistaflokk, fyrst vinnuflokkin og seinri hin flekkuta fólkaflokkin, var politiska lívið í Føroyum ivaleyst komið á deyðastrá, og vit vóru ætlandi ikki komnir so frægt áleiðis, sum vit eru í dag.

At lesa niður yvir danir, og alt tað, ið teir fyrr ikki hava hava gjørt, ella tað teir seinnu árini skulu hava gjørt, er uttanum tos.

Undanførðslan, at ríkistuðulin er orsøkin til at so illa er stýrt, er sama tvætli. Hetta er at líkna við, um ein arvar móðir sína og drekkur peningin upp. Hvør hevur tá skuldina fyri at ein verður alkoholikarar? Móðirin?

Flokkar í byggja á so grunt støði, kunnu føroyingar ikki seta við rórið. Javnaðarflokkurin hevur fyrr víst, at samráðingarloysnin er einasta loysnin úr naggatódnini, og um føroyingar høvdu møtt samdir til samráðingarnar í 1946, so høvdu vit helst fingið eitt enn betri úrslit. Men tá sum nú rumblaðu summir heldur enn at virka føroysku tjóðini at frama.

Eyðólv Dimon