Reykjavík:Ferðavinnufólk í Útnorði hittast í hesum døgum til ta árligu ferðavinnustevnuna, sum nevnd verður Vest Norden Travel Mart. Stevnan verður í ár hildin í Íslendska høvuðsstaðnum Reykjavík.
Føroyska ferðalagið fór við flogfari hjá Atlantsflogi úr Vágum á middegi mánadagin, og lendi ein góðan tíma seinni í brennandi sólskini og stilli í Reykjavík.
Øðrvísi var heima á landi, visti onkur at siga, sum um fartelefonina longu á flogvøllinum í Reykjavík frætti, hvussu til stóð í føroyska illveðrinum.
Jú, munur var á, sannaðu fólk beinanveg, tá tey hoyrdu, at føroyski ferðavinnustoltleikin, Norrøna, noyddist á Skalafjørðin at kroka, og Landsverk ikki tordi at lat abilarnar koyra undir Leynaklivum, men lat teir sleppa gjøgnum tunnilin, sum arbeitt verður uppá, av ótta fyri áarføri og møguligum skriðulopi undir Klivunum.
Í Reykjavík verða fólk víst til ymsum gistingarhúsini, har haldast skal til, og so fara beinanveg í Laugardalshøllina, har stevnan verður hildin, at gera klárt, so fólk kunnu koma framvið mikudagin at fáa eitt ferðavinnuprát.
Onnur fara at royna at fáa internetsambandið at rigga, so samrøður, greinar og myndir kunnu sendast umvegis teldurnar til redaktiónirnar heima í Føroyum. Men tað gongur ikki væl. Hvussu væl íslendingar annars eru útgjørdir, tykist ferð eftir ferðat standa á at fáa líkinda internetsamband á hotellum og gistingarhúsum teirra. Og hóast teldufrøðingurin hjá hotellinum arbeiddi í ein tíma ella so, fekk hann ikki føroysku teldurnar og íslendsku stikkini at sampakka. So her máttu veljast aðrar loysnir, sum annars hildið var vóru avlagdar fyri einum tíggju árum síðan. Bara ikki í Íslandi letur til..
Tað eru gott 90 útbjóðarar við á stevnuni í ár, greiðir Heri Niclasen, stjóri í Ferðaráð Føroya og formaður í Vest Norden Travel Board, frá.
?Men tað, sum er avgerandi og umráðandi, er ikki, hvussu nógvir útbjóaðrar eru, men hvussu nógvir kyeparar møta upp,nháost neyðugt sjálvandi eisini er við útbjóðarunum, sigur hann.
Og hann hevur gott mót, hóast stevnan kanksa hevur tókst eitt sindur í minking seinnu árini. Tí nú tykist tað, sum at nógvir eystureuropeiskir keyparar eru farnir at vísaútnorði alt størri áhuga, og tað er hugaligt, heldur stjórin á Ferðaráð Føroya.
Formanssessurin í Vest Norden Travel Board, sum Heri Niclasen í løtuni situr í, gongur upp á skift miljlum londini á sama hátt sum vertsskapurin ger tað. Aðruhvørja ferð er tað Ísland, sum eigur formannin, og aðruhjvørja ferð skiftast Grønland og Føroyar um formannin. Heri Niclasen hevur sitið sum formaður seinastu tvey árini, og á nýggjárinum tekur ein íslendingur við, og Heri Niclasen fer úr starvinum.