Býráðið í Reykjavík samtykti í dag eitt uppskot frá Björk Vilhelmsdóttur um handilsbann mótvegis Ísrael. Samtyktin inniber, at Reykjavík ikki keypir vørur úr Ísrael, so leingi sum Palestina er hersett av ísraelsmonnum.
- Býráðið vil við hesum vísa, at vit stuðla rættin hjá palestinensum til eitt frælst land, og vit taka ikki undir við rasistisku apartheid-stjórnini hjá Ísrael, stendur at lesa í yvirlýsinini.