15 ára gamli Ári Danielsen í Havn hevur lagt sín fyrsta sang út til almenningin. Hann hevur upptikið sangin, sum hann sjálvur hevur skrivað, saman við vinmanni, og upptøkan varð síðani løgd út á YouTube beint eftir ársskiftið.
Síðani hava umleið 8.000 fólk hugt eftir upptøkuni og lurta eftir sanginum Little Bird.
- Tað er ótrúligt, at fólk yvirhøvur hyggja eftir upptøkuni. Eg hevði roknað við, at 200 fólk fóru at hyggja, so hetta er stórt fyri meg, og eg eri sera glaður fyri tað, sigur Ári Danielsen.
- Eg skrivaði sangin til ein vinmann, sum var eitt sindur keddur, sigur hann.
Gittar hjá systrini
Ári Danielsen spælir gittar, syngur og skrivar sangir, men tað er bara eitt gott ár síðani, hann fór undir at spæla gittar.
- Lítlasystur mín fekk ein gittar í jólagávu fyri einum ári síðani, men hon spældi bara upp á gittaran í tveir dagar. So fekk eg hann, og eg havi spælt sera nógv síðani. Eg havi gittaran við mær allastaðni, har eg fari – ofta eisini í skúla, sigur Ári Danielsen.
Enn hevur hann ikki spælt stórvegis alment, men leygarkvøldið kann hann hoyrast á Hvonn. Tá fer Ári at verða við í sendingini Hvonn Live, sum Rás2 sendir frá kl. 19.00. Ári fer at spæla tveir sangir live.