Ári á máltalvuna

Ári Mohr Jónsson hevur fingið eina góða byrjan upp á nýggju yrkisleiðina í Noregi.

Føroyski vinstribakkurin, Ári Mohr Jónsson, sum fyrst í januar skifti úr HB til Sandnes Ulf í næstbestu norsku deildini, hevur fingið eina góða byrjan upp á nýggju yrkisleiðina í Noregi.


Hann og liðfelagarnir spældu í dag venjingardyst ímóti Egersunds IK. Tað bleiv til ein 3-0-sigur, og Ári, sum byrjaði á vinsta bakki, skeyt 1-0-málið í 18. minutti.

 

Ári setti sjálvur álopið í gongd í vinstru síðu, har liðfelagar spældu seg væl ígjøgnum. Ári hevði sníkt seg heilt fram í brotsteigin, har hann fekk bóltin aftur og smekkaði bóltin inn við handaru stong.

 

Hann átti eisini stóran lut í 2-0-málinum, har hann aftur hevði arbeitt seg fram í brotsteigin, har hann varð feldur og fekk brotspark, sum liðfelagin, Kent Håvard Eriksen, umsetti til mál.


Í norska Aftenposten fær føroyingurin rós fyri avrikið. Blaðið skrivar, at tað skal vera løgið, um Ári – har hann er nevndur við trimum øðrum – ikki fer at gera mun hjá Sandnes Ulf í ár.


Sandnes Ulf spælir fyrsta dystin í nýggja kappingarárinum 2. apríl. Talan er um heimadyst ímóti Strømmen.