Tríggir føroyskir landsliðsleikarar vóru í gjár í dysti í Noregi. Teir vóru Gilli Rólantsson Sørensen, Patrik Johannesen og Ári Mohr Jónsson. Felags fyri allar tríggjar var, at teir fingu fulla spælitíð fyri teirra felag.
Gilli Rólantsson Sørensen spældi allan dystin fyri Brann, tá Brann spældi 1-1 javnleik á útivølli móti Strømgodset í gjár. Tað gjørdi Patrik Johannesen eisini fyri Florø móti Mjøndalen. Florø spældi somuleiðis eisini 1-1 javnleik.
Einasti føroyski leikari, ið megnaði at vinna í sínum dysti var Ári Mohr Jónsson, sum spældi allan dystin á vinstra bakki fyri Sandnes Ulf móti Strømmen IF. Sandnes Ulf vann dystin 2-1.
Sonni Ragnar Nattestad og Aalesund spæla í kvøld móti Sogndal. Kappingarárið hjá seinasta føroyska leikaranum í Noregi, Rógva Baldvinsson, byrjar ikki fyrrenn 15.apríl.