? Eg kann prísa meg lukkuligan fyri, at tað var júst á hasum staðnum, at báturin fór á land, sigur Richard Hentze, sum er komin væl fyri seg aftaná tilburðin við Sandsboðar týskvøldið.
Syðraberg rendi á Sandsboðar, sum er eitt tiltikið vandamikið og ringt stað, tá brim er. Hetta kvøldið vóru boðabrot allastaðni, og ringt var somuleiðis í sjónum.
Tað hevði ikki borið til hjá Richardi at lopið upp á turt nakra aðrastaðni, og so er spurningurin, hvussu álvarsamur tilburðurin hevði verið, um hann ikki rendi á júst hetta skerið.
Richard slapp upp á skerið. Og so var størsti vandin av, hóast Sandsboðar liggja um 50 metrar úr landi.
Fyrstur á staðið var 14 ára gamli sonurin, Mads. Pápin var fingin á land við línu, sum fólk frá Bjargingarfelagnum tveittu út til hansara. Og glaðir vóru feðgarnir báðir, tá hann aftur stóð á turrum. Vátur frá bringuni og niður, men annars púra óskalaður.
? Eg eri sera takksamur fyri alla hjálpina, sum mær var givin hetta kvøldið. Fólk bóru skjótt at, og eg kom skjótt fyri meg aftur, sigur Richard og takksemi og gleðin fyri at vera á lívi eru ikki at taka feil av.
Seinasti kjansur
Richard stóð og kruvdi í báti sínum. Sjálvur veit hann ikki, júst hvat hendi, men hann sigur, at ein møguleiki er, at sjálvstýrarin man hava sligið frá.
? Eg hevði ongan møguleika. Tá eg grunaði ilt, var tað ov seint hjá mær. Báturin rendi á land, og har var onki hjá mær at gera, sigur hann.
Báturin kastaði seg aftur og fram í brotunum tríggjar ferðir, áðrenn tað eydnaðist Richardi at leypa á skerið.
Tilburðurin hendi um hálvgum sjey tíðina, og Richard fekk sent út neyðarkall, áðrenn hann mátti fara heilt fram í bátin.
? Báturin borðfyltist, so har var onki annað at gera enn at leypa fram, sigur Richard.
Hann sendi tvær neyðrakettir, og tendraði eitt neyðbluss, tá hann var komin fram í bátin. Tástandi sá hann helluna, sum var beint har. Hetta hevði hann ikki varnast í myrkrinum, so hann gjørdi seg til at leypa. Triðju ferð báturin varð kastaður inn ímóti, fekk hann passað sær løði so mikið væl, at tað eydnaðist honum at leypa. Hann kom á skerið í øllum góðum. Og so var størsti vandin av.
? Eg hugsaði við mær sjálvum triðju ferð, báturin kom inn ímóti, at hetta var mín seinasti kjansur, um eg skuldi leypa, greiðir Richard frá.
Nýggjan bát
Richard er fullgreiður yvir, hvussu heppin hann var hetta kvøldið, at alt spældi so væl av. Tað kom ongantíð panikkur í hann, hóast hann eina løtu ikki var í iva um, at hansara seinasti tími var komin.
? Eg svav nú ikki so nógv ta fyrstu náttina, men síðani tað havi eg verið væl fyri og sovið væl, sigur sandsmaðurin, sum longu er farin í gongd við at leita sær eftir einum nýggjum báti. Hann hevur verið á internetinum og leitað á ymsum heimasíðum.
Syðraberg bleiv vrak. Botnurin er heilt illa farin, og menn vænta, at tá hann verður togaður av aftur skerinum, at botnurin fer allur, sum hann er. Richard sigur, at har eru nógvir spískir steinar á skerunum, og tískil kann gangast út frá, at botnurin er hol allur, sum hann er.
? Eg eri sera harmur um bátin. Hatta var ein góður bátur, men slíkt hendir, og har er ikki nógv at gera, tá ein er einsamallur maður ímóti slíkum náttúru kreftum. Men eg eri ikki vorðin bangin av hesum, og eg verði ikki longi uppi á landi við mínum egna vilja, sigur
hepni útróðrarmaðurin heiman av Sandi.