- Vit vistu av ongum!
Tað staðfesta teir báðir Gerhard Lognberg, tingmaður og Mikkjal Sørensen, varatingmaður fyri Javnaðarflokkin.
Nú er av álvara farið at ridla undir sokallaðu politisku semjuni um at leggja kommunurnar saman.
Í farnu viku boðaðu Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna, frá, at ein semja varð gjørd ímillum samgonguna og aðrar flokkar um at leggja landið í sjey ella átta kommunur á nýggjárinum 2013 og at leggja eldraøkið undir kommunurnar at umsita eitt ár seinni.
Eitt nú hava Sjálvstýrisflokkurin, Framsókn og Sjúrður Skaale, uttanfloks tingmaður, sagt seg taka undir við ætlanini og áður hevur Annika Olsen úr Fólkaflokkinum eisini boðað frá, at hon fer at taka undir við eini samanlegging.
Ridlar
Undir øllum umstøðum hevur tað alla tíðina verið greitt, at tað fer at ríða um snarið um tað fer at eydnast at fáa Løgtingið at samtykkja eina slíka ætlan.
Men nú verður ivi av álvara um ætlanina, tí nú siga bæði Gerhard Lognberg, tingmaður fyri Javnaðarflokkin og Mikkjal Sørensen, varamaður, sum ofta er á tingi, at teir kenna als ikki nakað til nakra semju.
- Teir meinigu tinglimirnir eru ikki kunnaðir um ætlanina, staðfesta Gerhard bæði Lognberg og Mikkjal Sørensen.
- Vit hava ikki hoyrt eitt tað einasta orð um hetta, fyrrenn nú, tað brádliga verður almannakunngjørt sum ein politisk semja, uttan at vit vita av tí, siga teir.
Og teir staðfesta báðir, at tað eru partar í uppskotinum, teir als ikki kunnu taka undir við.
Gerhard Lognberg sigur, at hann fer ikki at taka undir við uppskotinum, tí hann heldur, at tað meiningsleyst at leggja tað fram nú, beint uppundir eitt val.
- Tað hoyrir ongastaðni heima, at eitt fráfarandi Løgting skal taka støðu til eitt so stórt mál, beint áðrenn val verður útskrivað, tí tað er lítið at ivast í, at tann næsta samgongan bara tekur málið upp aftur.
- Tí kann eg ikki taka tað fyri fult.
Sjálvur tekur hann ikki undir við, at kommunur verða tvingaðar saman við lóg, tí skulu kommunur leggja saman, skal tað vera sjálvboðið.
Ikki búgvið
Mikkjal Sørensen tekur undir við, at kommunur verða lagdar saman og hann tekur eisini undir við, at tað verður við lóg.
Men sum støðan er í løtuni, tekur hann als ikki undir við, at eldraøkið verður lagt undir kommunurnar.
- Politiskt er tað málið als ikki viðgjørt nóg væl til, at tað er búgvið til at verða lagt fyri Løgtingið, sigur Mikkjal Sørensen.
Hann staðfestir, at politiskt er tað viðgjørt so lítið í Javnaðarflokkinum, at hann ivast stórliga í, um Helenu Dam á Neystabø yvirhøvur hevur heimild frá flokkinum at leggja tað fram.
Mikkjal Sørensen hugsar serliga um tann fíggjarliga partin í málinum.
- Tað eru alt ov fáar útrokningar, sum lýsa fíggjarliga partin í málinum. Nakrar útrokningar liggja í málinum, men tær eru ikki eftirkannaðar.
Hann sigur, at Javnaðarflokkurin hevur viðgjørt málið um at leggja eldraøkið undir kommunurnar, men at tað als ikki er semja í flokkinum um tað og tí heldur hann ikki, at málið er búgvið at leggja fyri tingið enn.
Kyrra Heðin Mortensen
Bæði Mikkjal Sørensen og Gerhard Lognberg spyrja, hvat varð av kommunalu útjavningarskipanini, sum skuldi setast í verk, samstundis sum eldraøkið verður lagt undir kommunurnar.
- Ein kommunal útjavningarskipan hevur altíð verið ein partur í ætlanini at leggja eldraøkið undir kommunurnar at umsita, men tað er fullkomiliga slept, staðfesta teir báðir.
Teir hava báðir ein illgruna um, at útjavningarskipanin er slept fyri at fáa borgarstjóran í Havn at bíta á og taka undir við samanleggingini, tí hann hevur verið hart ímóti eini útjavningarskipan
- Tað skal ikki undra meg, um tað er ein partur í hesum spælinum, sigur Mikkjal Sørensen.
Gerhard Lognberg er samdur.
- Útjavningarskipanin er bara tikin burtur úr fyri at tryggja sær undirtøku frá borgarstjóranum í Havn, heldur Gerhard Lognberg.
Les eisini greinina: Hvalbingar ivast í samanlegging